Mannamúgvan var stór, og tað var hátíðardámur og stórfagnaður, tá ið Finnur Fríði við nationalfløggum í húnarhátti spakuliga kom inn eftir Gøtuvík, ið lá sum ein sveiti, og óføru kapprógvararnir hjá Róðrarfelagnum Tindi í eyðkendu ljósabláu bátunum tóku ímóti, og hornorksetrið í Fuglafirði setti dám á.
Stjórin í Varðanum Bogi Jacobsen bjóðaði vælkomið, tá Finnur Fríði hevði lagt at. Hann hugleiddi um søguna hjá felagnum, sum varð stovnað í áttatiárunum, og sum kom fyri seg eftir brotasjógvarnar í nítiárunum, eftir at ánararnir høvdu spent seg heilt nógv fyri og møguleiki var fyri, at teir fóru at missa hús og heim.
Og so gav stjórin orðið til gummurnar. Tað var søguligt, at skipið varð doypt í Gøtu, tí tað er ikki komið fyri áður, at skip hevur fingið navn við kai í Gøtu. Gummurnar vóru Hansy Thomsen og Mirjam Jacobsen, og so varð tjóðsangurin sungin.
Vegna manningina var tað Símin í Túni, sum ynskti reiðarí og eigarum til lukku við skipinum. Tað eru umleið teir somu, sum vóru við gamla skipinum, og sum nú manna nýggja Finn Fríða, og samstarvið og samarbeiðið er avbera gott, segði Símin í Túni, sum legði aftrat, at evnini og førleikarnir eru ymiskir, og til saman ber hetta við sær gott úrslit. Hann sendi serliga heilsu til Jákup Jacobsen, sum fyri kortum legði frá sær sum stjóri í felagnum, og sum av heilsuávum ikki var við til móttøkuna.
Eftir heilsuna frá manningini varð Nu flyr jeg til Din Naade sungin.
Per Martin Gregersen borgarstjóri í Eysturkommunu takkaði fyri, at reiðaríið hevði gjørt av, at fyrsta havnin í Føroyum var Gøta. Tað sømir seg fyri gøtumenn, helt hann fyri og legði aftrat, at tað eru fleiri enn 20 ár síðani, at nýtt skip er komið á Gøtu.
Borgarstjórin segði millum annað, at umframt skattainntøkurnar, sum renna í kommunukassan av virkseminum hjá Varðanum, so er felagið stórur fíggjarligur stuðul undir frítíðarvirkseminum í kommununi – eitt nú ítrótti og mentan í breiðum týdningi.
Hann segði eisini, at hetta er fjórða skipið í Føroyum við navninum Finnur Fríði, og at hetta er triði Finnur Fríði hjá Varðanum.
Ein av eigarunum er Arni Hansen, sum í nógv ár førdi Finn Fríða, og sum var á brúnni, nú nýggi Finnur Fríði hevði kós úr Danmark og á Gøtuvík. Hann takkaði fyri stórfingnu móttøkuna og mintist aftur á tíðina higartil í reiðarínum og við skipunum, áðrenn hann bjóðaði øllum at fáa sær ein bita í teltinum og at koma umborð at síggja skipið og heilsa upp á manningina og njóta ein kaffimunn við onkrum góðum afturvið.
Hetta skipið er størri enn gamli Finnur Fríði, tað hevur størri orku, og so er tað eisini grønari.
Sum tað er siður í Gøtu, so endaði almenna hátíðarhaldið við, at Givnir eru einglar góðir varð sungin sum felagssangur.