Hetta er stór skomm

Klokkan seks í gjárkvøldið hildu vit, at vit høvdu eina samgongu, men eina løtu aftan á, var fullkomiliga vent í holuni, sigur býráðslimur í Vági

Bjarni Johansen, vinstrumegin, og Erhard Joensen, tá ið býráðið varð skipað eftir seinasta val, við Bjarna sum formanni. Nú er eitt sindur kaldari ímillum teir báðar
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Tað er stór skomm at bera seg at upp á hendan mátan. Tað heldur Erhard Joensen, býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Vági.

Eftir býráðsvalið lá í kortunum, at ein samgonga skuldi skipast ímillum teir báðar býráðslimirnir fyri Sambandsflokkin, og teir tríggjar býráðslimirnar fyri Javnaðarflokkin við Levi Mørk úr Javnaðarflokkinum sum borgarstjóra.

Men í gjárkvøldið fekk málið eina heilt nýggja vend, tí tá gjørdi tann eini býráðslimurin fyri Javnaðarflokkin, Bjarni Johansen, greitt, at hann skrivaði ikki undir semjuna.

Eina lítla løtu seinni kallaði fyrst valdi býráðslimurin, Arni Brattaberg úr tjóðveldi, býráðið til fundar klokkan 10 í morgum at velja borgarstjóra.

Keldur í býráðnum siga, at Bjarni Johansen hevði kastað saman við Tjóðveldi og ætlaði at skipa samgongu við teimum og við sær sum borgarstjóra.

Men tað gekk ikki sum ætlað, tí á býráðsfundinum í morgun, møttu bara tey fýra umboðini fyri Tjóðveldi og Bjarni Johansen. Hinir báðir býráðslimirnir fyri Javnaðarflokkin, Levi Mørk og Rakul Nolsøe í Lágabø, møttu ikki. Heldur ikki tey bæði umboðini fyri Sambandsflokkin, Erhard Joensen og Marin Gaardlykke, møttu.

Arni Brattaberg vísti samstundis á, at tey høvdu verið í samband við varalimirnar, men teir fingu heldur ikki møtt.

Á fundinum, tá ið býráðið skipar seg, skal tað vera fullmannað, so tá ið fýra býráðslimir manglaðu í morgun, bar ikki til at velja borgarstjóra .

Sostatt er býráðið kallað saman aftur mikudagin klokann 18, og tá verður ein roynd gjørd afturat at skipa býráðið.

Men Erhard Joensen heldur, at tað, sum er farið fram, er stór skomm, tí hann heldur lítið um framferðina hjá Bjarna Johansen. Hann heldur nevniliga ikki, at Bjarni Johansen hevur spælt við opnum kortum.

– Vil hann ikki hava eina ávísa samgongu, er tað ein ærlig søk, heldur Erhard Joensen. Men hann heldur, at so skuldi Bjarni Johansen havt sagt tað beinanvegin ístaðin fyri at vera við í samráðingunum alla tíðina, fyri brádliga at broyta støðu beint, sum semjan skal skrivast undir.

– Klokkan 18 í gjárkvøldið hildu vit, at vit høvdu eina samgongu, og ein borgarstjóra, men so vildi Bjarni Johansen ikki skriva undir semjuna - men eina lítla løtu seinni verður býráðið kallað saman at velja borgarstjóra.

Erhard Joensen sigur, at minsta kravið má vera, at tey vita, hvat gongur fyri seg, og hvat tey skulu møta á býráðsfundi til, men í hesum føri vistu tey ikki, hvat vendi upp, og hvat vendi niður. Tí møtti hann ikki í morgun.

Beint nú dugir hann ikki at siga, um tað liggur fyri at møta á fundinum mikudagin.

Tað hevur ikki borið til at fáa fatur á Bjarna Johansen í dag, men í einum stuttum sms boðum sigur hann, at hann hevur onga viðmerking enn.