Sum heild hava vinnurekandi ikki loyvi til at brúka børn og ung í eini roynd at útvega sær fleiri kundar. Tað sigur Brúkaraumboðið og tí heita tey eisini á telefyritøkuna, Nema, um at halda seg til lógina.
Í hesum sambandi hevur brúkaraumboðið fingið fyrispurning frá einum foreldri um eitt skriv, Nema hevur sent 7. flokkunum í Vági, í Porkeri og í Sumba. Foreldrið, sum vendu sær til Brúkaraumboðið hevur spurt, um tað er loyvt at brúka 13 ára gomul børn sum seljarar.
Hesir flokkar samla pengar til eina námsferð og søktu eisini Nema um stuðul. Nema vildi ikki lata beinleiðis stuðul, men ístaðin fingu flokkarnir eitt skriv, har Nema skrivaði, at fingu tey fleiri kundar til Nema, skuldu tey fáa virðið av tí mánaðarliga gjaldinum í stuðuli til námsferðina.
Nema hevur greitt brúkaraumboðnum frá, at tað er eitt mistak, at brøvini eru send flokkunum, tí ætlanin var, at tað skuldi sendast foreldrunum.
Hesum trýr brúkaraumboðið ikki heilt uppá tí tey halda, at tað eru fleiri orðingar í skrivinum benda á, at skrivið var til børnini - ella í hvussu so er var tað eisini skriva til børnini.
Brúkaraumboðið vísir á, at Nema sigur soleiðis í skrivinum:
- - -
Vit vilja bjóða tykkum møguleikan at savna pengar inn til tykkara námsferð.
Um ein kundi skuldi flutt síni telefon- og internethald til okkum, so hevði virði av mánaðarliga gjaldinum fara beinleiðis til tykkum.”
Tit eru 27 í flokkinum og 20 av tykkum hava hald aðrastaðni enn hjá Nema…. Um hesi flutti síni hald til okkum, so høvdu tit innsavna 20.000 kr. bara í flokkinum.
Um tit ynskja at innsavna meir enn hetta, so kunnu tit spyrja ommur, abbar, vinir og familjulimir.
- - -
Soleiðis skrivaði Nema og brúkaraumboðið heldur, at talan var um ein órímiligan framferðarhátt, og at Nema hevur brotið góðan marknaðarføringssið.
Brúkaraumboðið góðtekur tó frágreiðingina frá Nema um, at tað ikki var ætlanin, at brúka børnini til at útvega kundar, og at tað var eitt mistak, at brævið varð stílað til 7. flokkarnar.
Í hesum sambandi hevur tað týdning fyri Brúkaraumboðið, at brævið bert var sent til eitt foreldur, og ikki til børnini, umframt at Nema tók skrivið aftur beinanvegin Brúkaraumboðið gjørdi vart við tað.
Brúkaraumboðið hevur tí avgjørt ikki at gera meira við málið, men heitir á Nema um at tryggja, at marknaðarføringslógin verður hildin framyvir.