Hetta er okkara vælvera

Jákup og Lena hava havt heimablídni í 13 ár

Dan Lamhauge
18. apríl 2021 kl. 07:50

Ovast á Gørðum í Søldarfirði standa eini gomul og lítil hús í føroyskum sniði. Tey hava hvíta grund, svartan klædning og vindeygu við smáum sprossum. Rundan um  húsini er ein fínur og væl hildin urtagarður. Í veruleikanum standa húsini mitt í urtagarðinum. Hetta eru Garðahúsini, og her búgva hjúnini Lena og Jákup Hansen.

Jákup kenna tey, sum hava havt við ítróttahøllina í Runavík at gera, tí har arbeiddi hann sum umsjónarmaður í nógv ár. Fyri 6 árum síðani náddi hann eftirlønaraldur, men hóast júst vorðin 73, so er hann ikki fallin í fátt, tvørturímóti.

Hendan dagin eg eri á vitjan, er Jákup júst komin av ellisheiminum, ikki tí at hann kannar viðurskiftini á ellisheiminum, men tí at hann hevur verið og lisið søgur fyri íbúgvunum har, stuttsøgur, onkrar stuttligar hjá Heðini Brú ella okkurt tílíkt.

-Teimum dáma væl, tá eg komi at lesa. Eg lesi bara stuttsøgur, tí annars er trupult hjá teimum at minnast tað, sum eg las seinast. Í tí myrku tíðini um veturin royni eg at finna okkurt lætt og stuttligt at lesa, tí tá kunnu summi vera eitt sindur tung í huga

Lív í Søldarfjørð

Hjúnini búðu á Glyvrum í  nógv ár. Tá so børnini vóru flutt út, fóru tey undir at seta húsini á Gørðum í Søldarfirði í stand. Tá húsini vórðu liðug, hildu tey, at tað varð vorðið so hugnaligt, samstundis sum útsýnið yvir Skálafjørðin altíð er spennandi. Eisini hildu tey, at Søldarfjørður var vorðin íðan friðarlig bygd, og at har manglaði okkurt lív í. Tá birtist tankin um at hava heimablídni. Vit eru afturi í 2008, og tað var áðrenn ferðavinnan fór at vinda upp á seg.

-Baktankin var at hava okkurt at ganga upp í og at fara upp til, tá man náddi eftirlønaraldurin. Man má finna upp á okkurt sjálvur, heldur enn at finnast at, at onki er, heldur Jákup.

Konseptið er føroyskt. Tað verður ikki gingið upp á kompromi við tí. Jákup fæst nógv við seyð, og tí er stórur partur av ráðvøruni sjálvgivin. Í bátahylinum liggur báturin, og tá tað liggur fyri, so stimar Jákup út á fjørðin at skaffa ferskan fisk. Fiskurin er fyrst og fremst til útlendsku gestirnar. Føroyingar fara ikki út at eta fisk. Bara fiskasuppu.

Jákup greiðir frá, at einaferð kom ein hollendsk familja.

-Tey vildu hava okkurt serføroyskt. Tað var gamaní. Tey komu dagin eftir at fáa sær, og fingu tá turra grind og turran fisk, spik og epli. Og so hevði Lena kókað seyðarhøvd. Eg mátti hjálpa teimum eitt sindur at skilja høvdið. Tey ótu øll, men eg lat tey vita, at man hevði ikki veruliga etið seyðarhøvd, fyrr enn man eisini hevði etið eygað. Tað skuldi ikki standa á, og so ótu tey eygað. Eg hugsaði mítt, men tá liðugt var at eta, spurdu tey, um tey kundu fáa restirnar heim við, tí tey ætlaðu at eta tað til morgunmat dagin eftir, tað veit Guð.

Ikki neyðugt við sølulýsingum

Man kann tosa um branding og at lýsa. Lena og Jákup lýsa slett ikki, tí tað siga tey seg ikki duga. Tey hava eina heimasíðu og facebook, og tað riggar heilt væl.

-Einaferð kom ein italiensk kona her. Hon bílegði eina máltíð til dagin eftir. Tá hon so kom, so spurdu vit, hvussu hon hevði hoyrt um Garðahúsið. Tá segði hon, at ein vinkona hennara hevði verið í Føroyum árið fyri, og hon hevði sagt henni, at um hon vildi uppliva nakað serstakt, eina serstaka matstovu, so skuldi hon royna Garðahúsið í Søldarfirði. Og nú stóð hon her, løgið, ha?

Ein løgin søga

-Einaferð skrivaði ein kvinna úr USA til okkara og spurdi, um hon kundi sleppa at liggja í telti í urtagarðinum hjá okkum í nakrar mánaðar. Hon mundi ikki vita nóg mikið um Føroyar og veðurviðurskiftini her. Vit hugsaðu eitt sindur um hetta og avgjørdu at bjóða henni at gista á hemsinum í stovuni. Hon skuldi sleppa at búgva har ókeypis, men tað vóru tvær treytir, hon skuldi eta tað, sum fólkið í húsinum át, og hon skuldi læra okkum eingilskt. Tað var hon við uppá, so hon kom líka úr USA til okkara at vera í einar tríggjar mánaðar.Tað var fantastiskt, tí soleiðis komu vit fyri okkum í tí eingilska, sigur Jákup.

Hendan daman var professionellur seyðaklippari. Tá so Jákup vísti henni runt í Føroyum hetta summarið, steðgaðu tey við onkra rætt, har menn í øllum aldri stóðu og royttu. Oftast vóru teir einir tríggir um hvørja ær.

-Tað var øgiligt teir gløddu, tá hon leyp inn í rættina, tók eina ær og einsamøll roytti ullina av henni upp á null komma niks.

Hon var eisini ímóti grindadrápi. Hon hevði bara hoyrt boðskapin frá Sea Sheppard og Poul Watson. Meðan hon var í Søldarfirði, var grind í Fuglafirði. Søldfirðingar fingu nakrar hvalir at býta út sum heimapartar, so Jákup fekk víst henni, hvussu øll grindin varð gagnnýtt. Hetta hevði Poul Watson helst gloymt at fortalt henni. Dagin eftir fingu tey grind og spik til døgurða uppi á Gørðum, og hon át.

-Á veg avstað aftur fortaldi hon okkum, at hon var vegetar, men hon hevði gjørt upp við seg sjálva, at hon skuldu eta tað, sum húsið setti á borðið, og tað hevði hon gjørt. Hon segði eisini, at hon hevði tikið sjey kilo uppá, fortelur Lena.

Tað lýsnar fyri hugaðum fólki

Nú summarið stendur fyri durum, eru tey farin at rigga til aftur. Virksemið í Garðahúsinum er støðugt vaksið síðani 2008. Í 2019 settu tey met við meira enn 3000 gestum. 2020 var verri, men nógvir føroyingar vitjaðu. Nú gleða Jákup og Lena seg til, at viðurskiftini gerast vanlig aftur.

Lena er ofta á fótum longu klokkan 5:30. Um summarið fer hon út í urtagarðin og um veturin fer hon norður til Klaksvíkar at svimja. Jákup hevur nýliga skift mjødn. Nú er hann við at koma fyri seg aftur, og tað er týdningarmikið, tí honum dámar væl at fara í hagan. Hann hevur gingið í haganum alt sítt lív, og tað er ein partur av honum, tað at ganga í haganum.

-Hetta gevur okkum vælveru. Vit kunnu siga, at okkara vælvera er havin, hagin og heimablídni. Og vit ætla at halda fram so longi, sum vit orka, leggur Jákup afturat.

Jákup fylgir mær til dyrnar og vil líka vísa mær urtagarðin og flogfenaðin. Gæs, dunnur, kalkunir, fleiri sløg av hønum og ein ravnur hava heimstað her. Fleiri teirra hava vorpið og liggja nú og bøla. Urtagarðurin er við at vakna úr vetrardvala, og mýrisóljurnar eru við at vera har. Tað lýsnar fyri hugaðum fólki.