– Tað er øgiliga keðiligt, at politikkur skuldi koma upp í hetta málið. Tað sigur Elin H. Joensen, forseti í Ítróttarsambandi Føroya, ÍSF.
Sum vit skrivaðu beint í áðni, var tað ikki sørt, at lokalpolitikkur kom upp í, tá ið Løgtingið umrøddi oyggjaleikirnar, sum skulu verða her í 2027.
Serliga vóru tað politikarar, sum kravdi, at oyggjaleikirnir eisini verða í Suðuroy.
ÍSF-forsetin harmast um, at politikkur kom upp í, men hon staðfestir samstundir, at ÍSF hevur ikki fríar hendur at leggja oyggjakeikirnar til rættis sum tey vilja.
– Tað er eitt staðiligt ynski, kanska enntá eitt krav, frá altjóða oyggjaleikanevndini, at leikirnir eru rættiliga miðsavnaðir, sigur hon.
– Tað mugu vit fyrihalda okkum til tá ið vit nú hava bjóðað okkum fram at vera vertir fyri leikunum, sigur hon.
Tí eru reglurnar, at tað skal ikki vera meiri enn ein tími at ferðast ímillum tær ymsu kappingarnar.
Elin H. Joensen sigur, at hetta er fyri at skapa eitt serligt umhvørvi í samband við leikirnar, har ítróttafólk hittast, hyggja at dystum hjá hvørjum øðrum, og har tað eisini er stutt hjá áskoðarum at ferðast ímillum dystirnar.
– Tað er fyri, at øll ítróttarfólkini og áskoðarar skulu føla seg sum ein part av leikunum. Talan er nettupp um einar leikir og ikki um 12 ítróttargreinar, sum vit kunnu spjaða runt um í landinum sum vit vilja, sigur ÍSF forsetin.
Og í so máta er ikki yvir at dylja, at Suðuroyggin liggur illa fyri, staðfestir Elin H. Joensen. Hon vísir eisini á, at tær flestu kappingarnar eru í fleiri dagar, so verða kappingar lagdar í Suðuroy, verða ítróttarfólkini verandi har alla vikuna, oyggjaleikirnir vara, tí tað er so langt at ferðast, at tað ber ikki til at ferðast ímillum. Og sostatt eru tey avskorin frá at vera ein partur av oyggjaleikunum annars.
– Hetta er avgjørt ikki ein ynskistøða hjá okkum. Vit vildu avgjørt havt, at øll verða ein partur av oyggjaleikunum, men hesum hava vit ikki ræðið á, sigur forsetin í ÍSF.
Men hon sigur, at tey hildu at tað var rætt at siga beinanvegin nú, hvussu landið liggur fyri at sleppa undan, at hetta kjakið skuldi taka seg upp um eini tvey ár, tá ið fyrireikingarnar eru lidnar.
Og tí hava tey longu nú boðað frá, at væntandi verða oyggjaleikirnir í Havn, í Vágum, í Klaksvík og í Runavík. Tó kann væntast, at einstøk tiltøk verða aðrastaðni í landinum.
Sostatt er ÍSF-forsetin avgjørt opin fyri, at leggja onkra kapping, ella ein part av onkrari kapping í Suðuroy, men tað verður har kappingin kann avgreiðast upp á ein dag.
Tí kann talan verða um at taka Suðuroynna upp í súkklukappingini, har ein teinur kann verða súkklaður í Suðuroynni, sigur hon.
Hon vísir eisini á, at onkur hevur víst á, hvussu hugnaligt tað er at sigla við Smyrli. Men hon sigur, at oyggjaleikirnir eru ikki eitt hugna-tiltak, ella ein lega fyri ítróttarfólk.
– Tað eru kappingar, har ítróttarfólk venja í áravís fyri at vera við. Og so fara tey ikki á oyggjaleikir bara fyri at vera við, ella fyri at hugna sær, men fyri at vinna, sigur Elin H. Joensen.