Hetta er fólkasálin í Klaksvík

Hanus Hansen reiðari heitti í vælkomsrøðu síni á politikararnar um ikki at saga greinina av, nú viðurskiftini eru øðrvísi, enn tey plaga at vera

Myndir: Dávur Winther
Jóannes Hansen
15. oktober 2023 kl. 15:15

Í fagrastu líkindum var stórsligin móttøka á vestara havnalagi í Klaksvík, nú nýggja flaggskipið í føroyska flotanum, Gadus, so stásiliga kom inn eftir vánni og legði at. Hetta var meðan Klaksvíkar Hornorkestur spældi, og kappróðrarbátar hjá óføra Klaksvíkar Róðrarfelag saman við nógvum øðrum smærri og størri bátum fylgdu Gadus at bryggju.

Karl Johansen borgarstjóri bjóðaði vegna Klaksvík nýggja skipinum væl komnum og ynskti reiðarí, skipara og manning alt tað besta.

Hanus Hansen reiðari takkaði teimum mongu, sum vóru møtt upp at fagna nýggja skipinum, og so hugleiddi hann um støðuna, sum hevur verið, er og fer at verða.

-Vit, sum fáast við fiskarí vita, at talan er altíð um óvissur. Kvoturnar eru minkaðar seinnu árini í Barentshavinum, og tað sær út til, at tær fara at minka uppaftur meir. Vit plaga at laga okkum eftir broyttu umstøðunum, og tað gera vit eisini hesa ferð, segði Hanus Hansen, og hann helt fram í stilli og sólarglottum og eitt sindur av kulda og kava:

-Tá ið vit kontraktaðu hetta skipið, vistu vit einki um, at umstøðurnar í Europa fóru at broytast so nógv, sum tær eru broyttar í byggitíðini. Vit eru tikin á bóli av kríggi í Europa, og vit hava ongan møguleika havt at vita nakað um, at kríggið fór at ávirka okkum. Fyri okkum er fiskarí í Barentshavinum ikki bara kvotabýti og búskapur. Hetta er okkara søga, og hetta er tað, vit gera. Hetta er fólkasálin í Klaksvík. Tað eru politikararnir, sum taka avgerðir um fiskivinnusamstarv, men eg fari enn einaferð at heita á politiska myndugleikan um ikki at taka avgerðir, sum fara at vísa seg at vera sum at saga greinina av, áðrenn umstøðurnar vónandi um ikki so langa tíð aftur vera normaliseraðar, segði Hanus Hansen reiðari á nýggja Gadus.

Eftir at Hanus Hansen hevði takkað fyri, varð bjóðað umborð at síggja nýggja skipið.