Aftur í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum á Oyrarbakka. Og aftur hesa ferð var tað á krossvegnum við vegin til Norðskála, at óhappið hendi.
Har eru fleiri óhapp, og eisini vanlukkur, hendar, so tað slepst ikki undan at kalla hetta eitt sera vandamikið vegastrekki.
Í gjár var talan um ein bil, sum kom av Norðskála og skuldi á Landsvegin, men hann helt ikki víkiskylduna og stoytti saman viå ein bil, sum kom eftir landsvegnum.
Løgreglan sigur, at trý fólk vóru í bilinum og tey fóru øll trý á Landssjúkrahúsið til kanningar. Onkur av teimum varð innlagdur til eygleiðingar.
Løgreglan sigur, at bilarnir fóru so illa, at teir fingu ikki koyrt, men mátti førast burtur
Eitt skiftið var neyðugt at steingja vegin ímeðan alt varð ruddað aftur.