Seinasta summar varð kunngjørt, at Atlantsflog hevði stovnað felagið, Atlantic Airways Aviation Academy.
Endamálið er at gera ein tyrlu-simulator í Føroyum, sum verður tann mest framkomnu í heiminum, og sum skal fáa tyrluskiparar úr allari verðini til Føroyar á skeið. Harumframt kunnu okkara egnu tyrluskiparar fáa ta best hugsandi venjingina, bæði at flúgva, men eisini í at leita og bjarga fólki.
Samstundis varð skrivað undir avtalu um at keypa ein AW139 Reality H Full Flight tyrlusimulatori.
Í dag varð ein avtala afturat skrivað undir, hesa ferð við SIM International, um eisini at keypa ein A320 flúgvarasimulatori.
Tað merkir, at Atlantic Airways Aviation Academy kann bjóða flogskiparum til bæði tyrlur og flogfør framkomnar simulatorvenjingar.
- Ein A320 simulator er eitt stórt framstig fyri føroyska flogvinnu, og stuðlar hetta uppundir tann flogskúlan, sum Atlantic Airways longu hevur sett á stovn, sigur Atlantsflog í tíðindaskrivi.
Báðar hallirnar eru sjálvir simulatorararnir, men har eru eisini umstøður til undirvísing og umsiting
– Eins og við AW139 simulatorinum er hetta eitt vinnuligt bein hjá okkum at standa á, tí við hesum simulatorinum kunnu okkara egnu flogskiparar fáa simulatorvenjingar heima í Føroyum, umframt at vit kunnu bjóða flogskiparum úr øllum heiminum fyrsta floks flogvenjingar, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi.
Tað er eitt krav, at flogskiparar fáa regluligar simulatorvenjingar, og við okkara egna simulatori gerst hetta munandi lættari fyri okkum, og okkara manningum, sigur Sámal Petur Danielsen, flogovasti hjá Atlantsflogi.
A320 simulatorurin hevur framkomnastu tøkni, sum er tøk á marknaðinum, og saman við A139 tyrlusimulatorinum, kann Atlantic Airways Aviation Academy bjóða eitt fjølbroytt úrval av venjingum til flogvinnuna.
Bygningurin, sum bæði tyrlu- og flúgvarasimulatorarnir skulu vera í, stendur í gerð og verður liðugur seint seint næsta summar.
Talan er um tvær hallir til sjálvar simulatorarnar, og harafturat eru eisini góðar umstøður til undirvísing og fyrisiting í sama bygningi.