Hetta er eitt serliga vandamikið vegastrekki

– Enn er óvist, nær ábøtur verða gjørdar

Á vegnum í Kambsdali henda fleiri óhapp enn aðrastaðni
Áki Bertholdsen
23. november 2023 kl. 16:30

Fuglafjarðarvegurin ígjøgnum Kambsdal er eitt av teimum vandamiklu vegastrekkjunum í landinum. Og nú hevur Bárður á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, spurt Dennis Holm, landsstýrismann, um ætlanin er at gera nakað við hetta.

Dennis Holm ásannar, at hetta er eitt av teimum vandamiklu vegastrekkjunum, tí tað henda eini seks ferðsluóhapp har í miðal um árið.

Hetta er lutfalsliga nógv, samanborið við onnur vegastrekki og hetta merkir, at tað er meira enn eitt óhapp fyri hvønn kilometur á Fuglafjarðarvegnum um árið.

Samstundis vísa kanningar, at tað koyra eini 2.700 akfør eftir Fuglafjarðarvegnum um dagin.

Dennis Holm sigur, at Landsverk hevur mælt til at gera eina rundkoyring.

Tað eru tvær íbindingar frá Fuglafjarðarvegnum til Kambsdalar. Tann syðra íbindingin er til Dalsvegin, har Miðnámsskúlin er, og tann norðara íbindingin er til Fagragil, har ídnaðarøkið er.

Landsverk mælir til at ein rundkoyring verður gjørd og so verða tvær frákoyringar, ein til miðnámsskúlan og ein til ídnaðarøkið.

Tá ið tað er gjørt, verða verandi íbindingar kvettar av og tá fer at bøta um ferðslutrygdina.

Landsverk metir, at rundkoyringin fer at kosta sjey milliónir, men tað veldst nógv um, hvussu lendið er. Men á fíggjarlógini fyri næsta ár, er eingin peningur játtaður til endamálið.

Í fyrsta umfari mælir Landsverk til at játta 500.000 krónur til at projektera rundkoyringina fyri at fáa eina betri fatan av, hvat tað fer at kostað. Byggitíðin er mett til at vera eitt ár.