Í dag er trý ár síðani, at alifyritøkan, Hiddenfjord, gavst at flyta laks við flogfari, men fór ístaðin at flyta alt við skipu.
Hetta hevur spart umhvørvinum fyri yvir 200.000 tonsum av Co2, hesi trý árini, og í Hiddenford halda tey, at hetta er einki minni enn eitt umhvørvisligt bragd.
Samstundis er útlátið frá sjálvari alingini hjá Hiddenfjord minka meiri enn eina helvt, siga tey í tíðindaskrivi í morgun.
– Fyri at seta hetta roysnið í samanhang, eru 200.000 tons av Co2 tað sama útlát sum kemur frá oljunýtsluni og bensinnýtsluni á øllum akførum, og øllum húsarhaldum, í Føroyum í 2022, eftir tølunum frá Hagstovuni, sigur Hiddenfjord.
– Hiddenfjord er fyrsta og einasta felag í alivinnuni sum gavst við øllum útflutningi loftvegis. Hetta varð gjørt hóast tað var stórur vanda fyri, at laksamarknaðirnir í Asia og USA, ið vanliga rinda góðan prís fyri laks, fóru fyri skeytið.
– At flyta mat loftvegis, er rætt og slætt óetiskt, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.
Hann fekk íblástur til at gevast við loftvegis flutninginum eftir ein fyrilestur. sum tónleikarin og aktivisturin, Bob Geldof, helt í Føroyum um veðurlagsbroytingar.
– At ganga og grunda ov leingi um fyrimunir og vansar í einum tiltaki fær einki at henda, staðfesti Bob Geldof.
– Far til verka! Alt verður greiðari, og tú fert at brúka alla orkuna til at finna loysnir og at náa tínum málum, sigur Atli Gregersen.
So skjótt avgerðin var tikin um at gevast við øllum loftvegis flutningi, fór Hiddenfjord undir at kanna møguleikarnar at senda laksin sjóvegis til USA.
– Ein heilt serstøk framleiðsluskipan og køliskipan varð ment og tað eydnaðist at varðveita góðskuna á laksinum, og harafturat longdi tað um haldførið á tí feska laksinum.
– Keyparar í USA vóru ivasamir, men tóku av heilum huga undir við skiftinum til sjóflutning, og skarin av keyparum er vaksin nógv, sigur Hiddenfjord.
– Í Evropa hava keyparar havt gagn av hesi góðskumenning og longda haldførinum. Tey hava treytaleyst viðurkent laks frá Hiddenfjord sum tann besta. Asia-marknaðin røkkur Hiddenfjord ikki, tí longda flutningstíðin er ov long til feskan laks, sigur Hiddenfjord.