Hetta er ein stórur trupulleiki í Suðuroynni

Lastbilar við asfalti sleppa ikki longur við Smyrli og tí liggur nógv í órøkt

Áki Bertholdsen
25. januar 2024 kl. 12:23

Tað er ein stórur trupulleiki, at tað ikki ber til at flyta asfalt til Suðuroyar við Smyrli. Tað staðfestir Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.

Tí vil hann hava at vita frá Dennisi Holm, landsstýrismanni, landsstýrismanni, hvat hann ætlar at gera við tað. Tað hevur annars borið væl til at fáa lastbilar við asfalti við Smyrli, men tann støðan er nú broytt, so tað ber ikki til longur.

Dennis Holm sigur, at Smyril er er undir altjóða lóggávu um vandamiklan farm. Og eftir tí er ber ikki til at flyta heitt asfalt við vandamiklum dampi á einum lukkaðum biladekki. Tí ber ikki til at flyta asfalt við Smyrli.

Hinvegin ber til at flyta asfalt við Sandbátum. Men Henrik Old sigur, at tað kann bara lata seg gera at fáa asfalt við sandbátum tá ið talan er um stór arbeiðið, sum skulu gerast.

Men tað er heilt nógv asfaltarbeiði, sum ikki eru so umfatandi, og avleiðingin er, at arbeiðini verða ikki gjørd.

Tinglimir úr andstøðuni halda, at hetta er ein avleiðing av, at Herjólfur er sendur aftur til Íslands, tí hann flutti asfalt.

Dennis Holm sigur, at hetta er ein spurningur, hann fer at taka upp við Strandferðsluni í næsta mánað og tá vera borgarstjórarnir í Suðuroy við á fundi.

Hann sigur, at hetta er eitt mál, ein loysn má fáast upp á og ein loysn kann vera at lata Smyril sigla farmatúr, men hetta er eitt mál, hann fer at taka upp við Strandferðsluna um, hvat letur seg gera.