Í kvøld klokkan 20 føroyska tíð fer KÍ at spæla ársins síðsta fótbóltsdyst. Tað verður í Lille í Fraklandi, har punktum verður sett fyri Europa Conference League á hesum sinni og fyri føroyskan fótbólt í 2023.
Dysturin er eisini serligur á tann hátt, at hann er tann síðsti hjá hesum KÍ hópinum. Allir teir umleið 25 spælararnir, sum hava vant í besta hópinum í ár, eru við í ferðalagnum, sum verður aftur í Føroyum leygarkvøldið.
Henda myndin varð í gjárkvøldið tikin í Lille. Tað er greitt, at 19 av spælarunum eisini í 2023 fara at umboða KÍ. Onkrir spælarar hava boðað frá, at teir fara ikki at halda fram í felagnum, og í øðrum førum er tað ógreitt, hvussu tað verður.
Hesir spælararnir hava skrivað undir sáttmála fyri 2023:
Árni Frederiksberg, Jákup B. Andreasen, Odmar Færø, Páll A. Klettskarð, Deni Pavlovic, Claes Philip Kronberg, Jóannes Kalsø Danielsen, Patrick da Silva, René Shaki Joensen, Børge Petersen, Heini Vatnsdal, Latif Ahmed, Símun Kalsø, Jóhan Josephsen, Hallur Hansson, Silas Gaard, Jonn Johannesen, Dávid B. Andreasen og Jákup N. Vilhelmsen.
Hesir spælararnir hava boðað frá, at teir ikki fara at halda fram í besta KÍ hópinum:
Vegard Forren og Óli Eyðsteinsson Poulsen.
Hesir hava ikki skrivað undir nýggjan sáttmála (í onkrum førum er tað, tí KÍ ikki er áhugað í at leingja samstarvið og í øðrum førum er tað, tí spælarin ikki hevur tikið støðu):
Luc Kassi, Sivert Gussiås, Mads Bo Mikkelsen, Markus Olsen Pettersen, Nils Jonatan Johansson, Hannis Matras, Olaf K. Hansen og Tóki á Lógv.
Nýggir spælarar, sum eru lagstir aftrat, men sum ikki hava loyvi at spæla í kvøld, eru Ari í Haraldstovu Petersen og Dan í Soylu.
Annar av hjálparvenjarunum, Daniel Berg Hestad, hevur boðað frá, at hann nú flytur aftur til Noregs. Tað er ikki greitt, hvussu tað verður við hinum hjálparvenjaranum – Sjúrði Jacobsen.
Venjarin Magne Hoseth er sáttmálabundin í eitt ár aftrat, og hann hevur á ferðini í Fraklandi staðfest, at hann ikki hugsar um annað enn KÍ. Norska TV2 hevur borið tíðindi um, at norska felagið Start Kristiansand ætlar at keypa KÍ venjaran nú beinanvegin, men Magne Hoseth sigur, at hann hevur ikki tosað við felagið, og umboðsmaður hansara Sverre Mauseth hevur ongar viðmerkingar.