Hetta er ein álvarsligur trupulleiki

Landsstýrismaðurin í lógarmálum fer nú at tosa við kommunurnar um, hvat tey kunnu sleppa at selja grundstykki fyri

Nú fer hann at tosa við kommunurnar um prísin á grundstykkjum
Áki Bertholdsen
15. januar 2025 kl. 23:00

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, fer nú at tosa við kommunurnar um, hvussu prísurin á grundstykkjum skal ásetast. Tað sigur hann í dag í svari til Hervør Pálsdóttir, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

Spurningurin um grundstykkjaprísum hevur verið nógv umrøddur í seinastuni. Serliga er kikarin settur á málið eftir at Tórshavnar Býráð gjørdi av at lækka prísin á nøkrum grundstykkjum í Kollafjørði fyri at sleppa av við tey. Sostatt vórðu tey seld við undirskoti.

Men síðani gjørdi kommunala eftirlitið greitt, at tað er ikki loyvt hjá kommunum at selja grundstykki fyri minni enn hvat tað kostar at útvega tey.

Kommunala eftirlitið sigur, at fíggjarliga er tað ikki ráðiligt hjá kommunum at útstykkja grundstykki, tá ið tey vita frammanundan, at tað ikki ber til at selja tey aftur fyri sama prís, sum tað kostar kommununi at útvega tey.

Síðani hevur Hervør Pálsdóttir reist spurningin í Løgtinginum og í tí sambandi hevur hon spurt landsstýrismannin um hann er sinnaður at loyva kommunum at selja grundstykki fyri marknaðarprís, hóast hann er lægri enn hvat tað kostar at gera grundstykkini - tað vil siga, at tey verða seld við halli.

Bjarni Kárason Petersen sigur, at sum heild skulu kommunur selja grundstykki fyri marknaðarprís. Tað er fyri at tryggja, at ein kommuna ikki letur einstaklingum fíggjarligan stuðul.

Hetta merkir, at grundstykki skal seljast fyri marknaðarprís, hóast marknaðarprísurin er hægri enn hvat tað kostar kommununi at gera grundstykkini.

Men tað er eisini galdandi tá ið marknaðarprísurin er lægri enn hvat tað kostar at útvega tey. Kommunan kann bara selja grundstykki við undirskoti tá ið tað er fíggjarliga forsvarligt heldur enn at goyma grundstykkini og selja tey tá ið marknaðarprísurin hækkar.

Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, hevur ført fram, at hetta fer við sær, at nú skulu fólk uttan fyri miðstaðarøkið, rinda í minsta lagi fullan kostprís fyri eitt kommunalt grundstykki. Hann sigur, at hetta fer at steðga allari útstykking uttan fyri miðstaðarøkið. Hann sigur, at er talan um eina lítla útstykking, ella er lendið ringt at byggja á, kann prisurin á einum grundstykki skjótt fara upp um eina millión.

– Útjaðarin verður við hesum sogin tómur og drigin inn á miðjuna. Men eisini Havnin fer at fáa trupulleikar av hesum, tí skal Tórshavnar býráð ikki selja grundstykki við halli, kann prísurin lættliga fara uppá tvær milliónir krónur, heldur Tórbjørn Jacobsen.

Bjarni Kárason Petersen sigur, at hevur galdandi lóg við sær, at kommunur ikki fara at stykkja út, ella sleppa tey ikki av við grundstykkini, er tað ein álvarsligur trupulleiki.

Hann sigur, at tískil fer hann at taka málið upp við kommunurnar, og tað fer hann at gera í næstum. Hann sigur, at samskiftið ímillum hann og kommunurnar fer so at vísa, hvat úrslitið verður.

Eitt nú fara tey at kanna um reglurnar skulu broytast so at at kommunurnar kunnu selja grundstykki fyri marknaðarprís, hóast hann er lægri enn hvat tað kostaði kommununum at útvega tey. Í hesum sambandi skulu tey eisini viðgera, hvørjar treytir skulu fylgja við eini slíkari sølu.