Avgerðin at útihýsa russiskum og hvítarussiskum tennisleikarum frá Wimbledon kappingini er ólogisk og at meta sum diskriminering.
Tað vóru boðini frá russiska Andrey Rublev, eftir at hann farna hósdag spældi seg í fjórðingsfinaluna í Beograd Open tenniskappingini í Serbia.
- Skal eg vera erligur, so geva orsøkirnar hjá teimum ikki meining, har er eingin logikkur fyri tí, sum tey skjóta upp, segði Rublev í samrøðu eftir dystin móti Jiri Lehecka.
- Tað, sum hendir nú, er fullkomin diskriminatión, segði Rublev, sum eisini endaði við at vinna finaluna móti Novak Djokovic sunnudagin.
Tað var í farnu viku, at All England Lawn Tennis Club, sum skipar fyri Wimbledon, gjørdi av, at hvørki russiskir ella hvítarussiskir leikarar sleppa at taka lut á Wimbledon í ár.
Frammanundan hava bæði altjóða gøgnini fyri harra- og kvinnutennis, ATP og WTA, gjørt av, at russiskir og hvítarussiskir leikarar sleppa ikki at luttaka í kappingum undir russiskum og hvítarussiskum flaggi, og avgerðin hjá Wimbledon er sostatt at rokna sum eitt hert átak móti leikarunum úr Russlandi og Hvítarusslandi.
Tá Russland gjørdi innrás í Ukraina seinast í februar mánaði, var Rublev skjótur at tala at. Um tað mundið var kapping í Dubai, og ein nýggjur siður hevur tikið seg upp, har vinnarin í einum dysti skrivar eitt hvørt á linsuna á myndatólinum, áðrenn farið verður av vøllinum. Rublev nýtti høvið at skriva ”No war please”, ella ”einki kríggj, takk” á linsuna, eftir at hava sigrað á Hubert Hurkazc í hálvfinaluni.
Rublev endaði við at vinna kappingina á kekkiska Jiri Vesely, sum somuleiðis skrivaði ”no war” á linsuna eftir hansara hálvfinalusigur.
Og tað eru summi, ið meta, at teir leikarar, ið vísa frástøðu frá krígnum, skulu sleppa at luttaka. Ein teirra er Elina Svitolina úr Ukraina, sum í løtuni er hægst styrkismetti tennisleikari úr Ukraina.
- Vit halda ikki, at tey skulu fullkomiliga útihýsast. Um spælararnir ikki taka frástøðu frá russisku stjórnini, er tað røtt avgerð at útihýsa teimum.
- Vit vilja bert hava tey at vísa, hvat tey halda. Um tey eru við okkum og restini av heiminum, ella um tey eru við russisku stjórnini, segði Svitolina sambørt Reuters.
Millum spælararnar, ið verða raktir av avgerðini hjá Wimbledon, eru Daniil Medvedev, Andrey Rublev, Aslan Karatsev, Karen Khachanov, Anastasia Pavlyuchenkova, Daria Kasatkina og Veronika Kudermetova úr Russlandi, og Aryna Sabalenka og Victoria Azarenka úr Hvítarusslandi.
Wimbledon fer av bakkastokki 27. juni.