Í gjár var afturvendandi kórstevnan, sum er einaferð um árið, og hesa ferð var hon í nýggja mentanarhúsinum í Klaksvík.
Tað er Kórsamband Føroya og kórini í Klaksvík, Suð, Klaksvíkar manskór og Kórið í Christianskirkjuni, sum skipaðu fyri stevnuni.
Heili 19 kór og einir 6-700 kórsangarar úr øllum landinum vóru á stevnuni. Bretski kórleiðarin og organisturin Michael Bawtree stjórnaði stóra felagskórinum, sum vandi fríggjakvøldið og allan leygardagin.
Talan var eisini um eina kapping, har kórini fingu sjey minuttir í part at vísa, hvat tey hava arbeitt við í vetur. Í dómsnevndini sótu Michael Bawtree, dómsnevndarformaður, Hans Pauli Tórgarð og Helga Gerðalíð.
Tey komu til tað niðurstøðu at framførslan hjá kórinum Tarira var tann besta. Tað er Bernharður Wilkinson, sum stjórnar kórinum. Á øðrum plássi kom kvinnikórið Silvitni og Tórshavnar kamarkór fekk triðu virðisløn.
Eisini fingu áhoyrarnir á konsertini í gjár høvi at atkvøða um hvat tey hildu vera besta kóri. Flest atkvøður fekk Gøtu Kirkju ungdómskór við Símuni Hammer sum dirigenti.
Á veitsluni um kvøldið var kórleiðarin, Sigrið Sivertsen, heiðrað við einum herðaklappi. Nevndin í Kórsambandinum grundgav soleiðis fyri hesum:
Sigrið Sivertsen hevur í mong ár verið virkin innan føroyska kórtónleikapallin. Serliga rútmiski kórtónleikurin hevur havt hennara áhuga. Hon hevur arbeitt við øllum aldursbólkum, barnakóri, ungdómskóri og vaksnamannakóri.
Kórsangur í Føroyum hevur altíð havt undangongufólk og eldsálir fyri neyðini og Sigrið er bæði. Umframt at leiða fleiri kór, hevur hon eisini ríkað føroyskan kórsang við hópin av kórútsetingum av føroyskum sangum og kvæðum.
Fyri hennara stóra arbeiði innan føroyskan kórsang hevur nevndin í Kórsambandi Føroya valgt at geva henni ársins herðaklapp 2024.”