Nýggja frágreiðingin hjá Búskaparráðnum er beiskur lesnaður - men vit mugu taka ávaringarnar í álvara.
Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag nú Búskaparráðið hevur lagt eina frágreiðing fram um, hvussu lítið haldførur føroyski búskapurin er.
Búskaparráðið mælir til, at pensjónsaldurin verður hækkaður, at tiltøk verða sett í verk fyri at steðga fráflytingini úr Føroyum og at eldraøkið verður effektiviserað og at vit fáa eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum setur mark fyri, hvussu nógv raksturin kann veksa, og hvussu stóra skuld, vit kunnu seta okkum fyri.
Landsstýrið eigur - alt fyri eitt - at taka stig til at vit fáa eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
– Seinastu árini hevur hugurin hjá politikarum at brúka pengar, verið stórur, staðfestir Arbeiðsgevarafelagið.
Men hugurin at styrkja um haldføri hevur ikki verið líka stórur, leggja tey afturat.
Av somu orsøk er tað er neyðugt at tálma útreiðslunum við einum regluverki, sum ásetur eitt mark fyri, hvussu nógv almennu útreiðslurnar kunnu vaksa, siga arbeiðsgevararnir.
– Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at politiska skipanin ikki tekur spurningin um haldførið í nóg stórum álvara, siga arbeiðsgevararnir.
– Nú kemur enn ein ávaring frá Búskaparráðnum. Hetta eigur at fáa politisku skipanina at taka sær um reiggj, tí júst haldførið er kanska tann størsta einstaka avbjóðingin, sum okkara samfelag hevur. Longri vit bíða, størri verður avbjóðingin og tí mugu stig takast nú, leggja tey afturat.
Men harumframt mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag eisini til at politiska skipanin skundar undir arbeiðið at hækka pensjónsaldurin og at skipa samfelagið einfaldari og effektivari, og at fremja neyðugu nýskipanirnar til frama fyri haldførið á føroyska búskapinum.