Hetta er ársins pressumynd

Danin Mads Nissen hevur í dag vunnið “World Press Photo of the Year”, ið fangar longsilin eftir nærveru í eini koronutíð

Sigurjón Einarsson
15. apríl 2021 kl. 18:00

Vinnandi myndin er eitt klemm í einum heimi uttan nærveru

Myndin vísur eitt samband millum tvey fólk, sum er atskild av einum brakandi plastikkforhangi, og sigur okkum eina søgu um longsulin eftir kærleika og umsorgan í einari koronutíð, har fólk hava verið noydd at hildið frástøðu.

Nú er myndin, ið er tikin av myndamanninum hjá danska miðlinum Politiken, Mads Nissen, meðan hann ferðaðist í Brasilia og tók myndir til eina tíðindaferðafrásøgn, vunnið virðislønina sum heimsins besta pressumynd fyri myndina “The First Embrace” (tað fyrsta klemmið).

Myndin vísir tí 85-ára gomlu Rosa Luzia Lunardi, sum fær sítt fyrsta klemm í fimm mánaðir av sjúkrasystrini Adriana Silva da Costa Souza.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Mads Nissen vinnur virðislønina, sum verður mett at vera hægsti heiðurin, ið ein myndamaður kann vinna. Hann vann eisini ársins pressumynd í 2015 fyri eina mynd, sum var partur av frásøgn um rættindini hjá samkyndum í Russlandi.