Hetta er als ikki nøktandi og hetta má okkurt gerast við. Tað sigur Sinnisbati, sum er felagið fyri fólk við sálarligum trupulleikum, og avvarðandi teirra.
Tað siga tey, nú tað er komið fram, at fólk við sálarligum trupulleikum ofta ringja til løgregluna fyri at fáa hjálp og tað hendir seg eisini, at tey verða løgd í brummuna at sova, tí eingin annar útvegur er.
Sinnisbati hevur í fleiri ár varpað ljós á átrokandi tørvin á at vit fáa eina psykiatriska skaðastovu. Tí fegnaðust tey eisini í apríl í ár, tá ið boð komu frá Heilsumálaráðnum, um at læknavaktin nú varð styrkt við psykiatriskum førleikum, so at fólk við bráðneyðugari sálarfrøðiligari hjálp eftir vanliga viðtalutíð.
Hetta er tó ein royndarverkætlan, og í fyrsta umfari er tilboðið bara galdandi frá klokkan 16 seinnapartin til klokkan 23 um kvøldið. Og tað er tí at tey meta ikki, at tað er so stórur tørvur á tí um náttina.
Vaktin, sum tekur ímóti teimum, sum venda sær til læknavaktina við sálarligum trupulleika, hevur heldur ikki heimild til at geva teimum heilivág ella at leggja tey inn.
Men í gjár segði Turið Holm Johannessen, forkvinnu í Kommunulæknafelag Føroya, við KvF, at teir flestu sjúklingarnir við sálarligum trupulleikum ringja um náttina.
Og tað hendur set eisini, at einasti útvegur er, at tey ringja til løgregluna og tað hendir seg eisini, at tey verða løgd í brummuna at sova, tí eingin onnur loysn er um náttina.
Sinnisbati heldur, at hetta er hvørki nøktandi, ella virðiligt. Tí mugu vit fáa eina skipan, sum tekur ímóti fólki allan sólarkringin, og og ikki bara til klokkan 23 um kvøldi.
– Tí, soleiðis riggar sálarórógv ikki. Hesar støður kunnu taka seg upp óvæntað, og tá er tørvur á bráðfeingishjálp, og onkuntíð er ov seint at bíða til dagin eftir, sigur Sinnisbati.
– Tað er ein afturvendandi trupulleiki, sum limirnir hjá Sinnisbata koma í, at tað er trupult at fáa nøktandi og neyðugu hjálpina í eini bráðfeingisstøðu.
Tí heitir Sinnisbati á Heilsumálaráðið um at bøta um tilboðið um bráðfeingis sálarliga hjálp, soleiðis at vit kunnu javnseta sálarliga og kropsliga heilsu - allan sólarkringin.