Klokkan 19.00 verður stórur fótbóltsdystur í Klaksvík, har tað alla vikuna og serliga í gjár og í góðveðrinum í dag hevur verið sannur fótbóltsdámur.
KÍ fer um ein stóran tíma fyri 54. ferð at spæla europeiskan kappingardyst. Tað eru 34 ár síðani, at KÍ sum fyrsta føroyska felag spældi í europeisku kappingini fyri meistaralið. Tað var 19. august, tá ið Skonto Riga fór av Svangaskarði við 3-1 sigri.
Samantalda úrtøkan í 53 europeiskum dystum er 14 sigrar, 11 javnleikir og 28 tap.
KÍ hevur spælt 14 dystir í meistarakappingini. Úrtøkan er 5 sigrar, 2 javnleikir og 7 tap.
KÍ hevur spælt 15 dystir í Europa League. Úrtøkan er 4 sigrar, seks javnleikir og 5 tap.
KÍ hevur spælt 12 dystir í Conference League, og úrtøkan er 4 sigrar, 2 javnleikir og 6 tap.
KÍ hevur spælt 8 dystir í UEFA Cup. Úrtøkan er 0 sigrar, 1 javnleikur og 7 tap.
KÍ hevur spælt 2 dystir í Cup Winners Cup. Úrtøkan er 1 sigur, 0 javnleikir og 1 tap.
KÍ hevur spælt 2 dystir í Intertoto Cup. Úrtøkan er 0 sigrar, 0 javnleikir og 2 tap.