Longu klokkan 14 í morgin verður fyrsta bríksl á Tórsvølli. Nú verður farið undir nýggja Nations League kapping, og í hesi kappingini hava Føroyar hugaligari hagtøl enn í nakrari aðrari kapping.
Orsøkin er eyðsýnd, tí í Nations League hitta Føroyar europeiskar fótbóltstjóðir, ið eru umleið á sama støði, sum Føroyar eru.
Mótstøðuliðið í morgin er Norðurmakedonia. Hetta er fyrsta ferðin, at Norðurmakedonia er í Føroyum fyri at spæla landsdyst í fótbólti. 27. mars í fjør var venjingardystur í Skopje, og tá vann Norðurmakedonia 1-0.
Føroyar hava áður luttikið í trimum Nations League kappingum.
Í 2018 var úrtøkan 5 stig í 6 dystum.
Í 2020 var úrtøkan 12 stig í 6 dystum.
Í 2022 var úrtøkan 8 stig í 6 dystum.
Síðsti dysturin í Nations League var sera minnisríkur. Tað var 25. september í 2022, at Turkaland var mótstøðulið, og Føroyar vunnu 2-1.
Fimm av spælarunum, sum vóru millum teir fyrstu ellivu í 2-1 sigrinum ímóti Turkalandi fyri tveimum árum síðani, eru ikki við hesaferð. Teir eru Teitur Matras Gestsson, Gilli Rólantsson Sørensen, Heini Vatnsdal, Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreasen.
Føroyar – Norðurmakedonia leygardagin kl. 14.00
Dómarabólkur úr Litava: Manfredas Lukjančukas, Mangirdas Mirauskas, Aleksandras Stepanovas og Vilius Paulauskas (4. dómari)