Sunnudagin verður hátíðargudstænasta í Vesturkirkjuni. Hetta er ein serlig gudstænasta á tann hátt, at tveir av prestunum, sum hoyra til kirkjuna, Heri Joensen og Bergur D. Joensen, hava nú verið prestar í Vesturkirkjuni í samfull 25 ár.
Fólkakirkjan upplýsir, at tann 1. desembur í 1998 tóku Heri og Bergur við embætinum sum sóknarprestar og eina viku seinni, tann 6. desembur sama ár, vórðu teir skipaðir í embætið.
Heri Joensen og Bergur D. Joensen avloystu tveir sóknarprestar. Heri kom í embætið hjá Kjartani Mørkøre og Bergur avloysti Høgna Poulsen.
– At tveir sóknarprestar hava starvast í so langa tíð í einum og sama prestagjaldi, ber boð um, at teir hava trivist væl, sigur Fólkakirkjan.
Tey siga, at teir báðir fingu hollan stuðul, tá ið Derhard Jógvansson varð settur sum tann triði sóknarpresturin í kirkjuni í 2010.
– Derhard er fallin væl til, og teir tríggir sóknarprestarnir eru eitt vælvirkandi toymi í øllum prestagjaldinum, sigur Fólkakirkjan.