Hetland fær rakettstøð - kann fáa stóran týdning fyri Føroyar

Heimskenda rúmdarídnaðarfelagið Lockheed Martin váttar, at felagið fer at flyta stóran part av sínum rúmdarvirksemi til Hetlands, har ein skotpallur eisini skal byggjast. Hetta kann fáa stóran týdning fyri Føroyar

Sigurjón Einarsson
22. oktober 2020 kl. 10:37

Flytingin av rúmdarvirkseminum frá Sutherland til Hetlands, ið hevur verið í umbúnað nú í eina tíð, er nú váttað av UK Space Agency. Ein raktettstøð verður bygd á norðaligu oynni, Unst í Hetlandi. Bretska stjórnin letur 112 milliónir krónur til verkætlanina. Tað skrivar Shetland News í dag.

Shetland Space Center (SSC) væntar, at rakettstøðin stendur klár í 2024, og tá er klárt at senda fylgissveinar út í rúmdina út frá Lamba Ness á oynni Unst, ið liggur í ein landnyrðing í Hetlandi.

Nýggja rakettstøðin fer at skapa nógv nýggj arbeiðspláss

SSC heldur, at eini 600 nýggj arbeiðspláss fara at koma vegna nýggju støðini kring alt Skotland, har eini 140 fólk fara at arbeiða á Unst, meðan onnur 210 størv fara at vera í restini av Hetlandi. Rakettstøðin fer væntandi at senda áleið 30 fylgissveinarakettir avstað um árið, skrivar Shetland News.   

At rúmdarvirksemið nú verður flutt til Hetlands merkir ikki, at tað verður sagt endaliga farvæl til støðina í Sutherland, ið liggur í norðara parti av Skotlandi, men at hesar báðar støðirnar heldur fara at stuðla hvørjari aðrari.

Kann fáa stóran týdning fyri Føroyar

Frammanundan hevur Hetland eitt ávíst samstarv við Føroya Tele, tá tað kemur til rakettverkætlanina, har Føroya Tele, eftir ætlan, skal leggja ein kaðal úr Lerwick og norður til Unst.

- Rúmdarbúskapurin flytir seg við øgiligari ferð, og eg haldi, at vit eru ment til at kunna fylgja við, fyri at fáa so mest burturúr teimum stóru møguleikum, ið eru til staðar viðvíkjandi vinnulig endamál, tá tað kemur til rúmdarverkætlanir, segði fráfarandi samtaksstjórin í Føroya Tele, Jan Ziskasen, við heimasíðuna hjá SSC í november 2018.

Umframt hetta, er Føroya Tele eisini partur av fyrireikingum til eina fylgissveinaverkætlan í arktiska økinum, saman við øðrum strategiskum samstarvsfeløgum í umráðnum.

Eisini hevur verið frammi, at Føroyar kunnu fáa eina sokallaða tracking støð, ið kann alt tilfar niður, sum fylgisveinar og rakettir skráseta.

Við Portalin tann 8. august í ár, segði Jóhan Mortensen, ið hevur verið partur av samstarvinum millum Føroya Tele og hetlendsku rúmdarverkætlanina, at:

- Føroyar liggja sera væl fyri at hava eina slíka tracking-støð, tí vit liggja so fjarskotin. Og fáa vit eina slíka støð, kann hetta geva nógv hátøknilig størv í Føroyum.

- Eg meti hetta hava stóran týdning – eisini at fáa fleiri føroyingar at vísa áhuga fyri virkseminum, ið gongur fyri seg í rúmdini, so at fleiri føroyingar fara at nema sær kunnleika til rúmdartøkni, sigur Jóhan Mortensen.

Hann heldur, at tað als ikki er óhugsandi, at rakettir kunnu skjótast út í Føroyum eisini.

SSC sigur, at felagið fer at hava alt tilfar til byggiumsóknina klárt innan ársenda, og so verður farið ígongd við byggingina sum skjótast.