Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú foreldur, og øll onnur, ímóti einum slagi av góðgæti.
Talan er um tað slagið av góðgæti, sum eitur Jelly Straws, og sum eisini hevur verið at fáa í Føroyum.
Talan er um góðgæti við fruktsmakki og heilt ítøkiliga verður ávarað ímóti hesum:
Jelly Straws, fleiri fruktsmakkir
Nettovekt: 200 g
Best fyri: Øll dato
Jelly Straws, fleiri fruktsmakkir
Nettovekt: 260 g
Best fyri: Øll dato
Jelly Straws, fleiri fruktsmakkir
Nettovekt: 300 g
Best fyri: Øll dato
Orsøkin til ávaringina er, at tvey serlig sløg av evnum er í góðgætinum. Talan er um tilsetingarevnini E407 og E410. Hesi tilsetingarevni gera at bommini kunnu seta seg fast í svølgið og smábørn kunnu tí vera í vanda fyri at seta tey í hálsin og kvalast.
Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir fólki, sum liggja inni við hesum, um at koyra tað í skrell, ella at lata tey aftur í handilin, haðani tað er keypt.