2024 útgávan av besta liðnum í Sarpugerð sær út til at vera heilt væl fyri. Higartil hevur Víkingur í VFF CUP vunnið 9-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi og 7-0 á útivølli ímóti HB.
Merkisvert var tað ímóti HB síðsta leygardag, at tveir ungir spælarar, sum ongantíð áður hava verið á besta liðnum, nú bjóða av í kappingini um pláss á liðnum.
At kappingin verður stór á liðnum, sum í fjør var tað einasta, ið av álvara stóð KÍ kurl, og sum ætlar at vera við í FM kappingini í ár, verður undirstrikað í kvøld.
Í øllum illveðrinum í kvøld boðar Víkingur frá, at tríggir veteranar hava skrivað undir uppá, at teir eisini hetta kappingarárið fara at spæla við Víkingi.
Teir tríggir eru Bergur Gregersen, Andreas Lava Olsen og Finnur Justinussen.
Í fjør mynstraði 29 ára gamli Bergur Gregersen av, tá ið kappingin var hálvrunnin, tí hann fór til skips.
34 ára gamli Finnur Justinussen og 36 ára gamli Andreas Lava Olsen vóru í hópinum í fjør, men felags fyri teir báðar var, at teir vóru illa darvaðir av skaðum.
Hesir tríggir hava allir vant í vetur, og saman við øðrum veteranum og nógvum yngri evnaríkum og røskum spælarum eru teir borgan fyri, at Víkingur verður væl fyri.
Fyrsti landskappingardysturin í 2024 verður leygardagin 8. mars, tá ið Víkingur fer at spæla á útivølli ímóti 07 Vestur.