Hesir fakbólkar eru ikki fevndir av verkfallinum
Verkfallið byrjar á midnátt í kvøld
Fríðmundur Nattestad
13. mai 2024 kl. 12:20
Verkfallið hjá teimum fýra arbeiðarafeløgunum - Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag - byrjar á midnátt í kvøld.
Feløgini boða nú frá, at summir fakbólkar ikki eru fevndir av verkfallinum.
Talan er um hesar bólkar:
Tey sum starvast innan aling av laksi og smolti á sjógvi og á landi (vanliga nevndir alarar). At rokna uppí eisini formenn.
Dagrøktarir hjá kommunum.
Vaktarfólk sum arbeiða hjá trygdarfelag sambært sáttmálanum um vaktarhald.