Í novembur verður val til býráð og bygdaráð kring landið og nú eru tey í ferð við at gera listarnar klárar.
Í Havnini hevur Tjóðveldi gjørt sín lista kláran og har eru 16 valevni. Og tað er full javnstøða á listanum tí talan er um átta menn og átta kvinnur.
Tjóðveldi hevur havt nakað av eini avbjóðing tí av teimum fýra býráðsliunum teyt hava, er tað bara tann eini, Elsa Berg, sum stillar upp aftur. Sostatt hava báði Annika Olsen, Gunvør Balle og Jákup Dam gjørt av at takka fyri seg í býráðnum.
Men í tíðindaskrivi sigur Tjóðveldi, at tey halda seg hava fingið ein fjølbroyttan lista, bæði tá ið tað snýr seg um aldur, áhugamál og onnur viðurskifti.
Hóast tað bara er Elsa Berg, ið stillar upp aftur, eru kortini nøkur á listanum, sum eru kend andlit í býráðnum, og úr Løgtinginum.
Ein av teimum er Hildur Eyðunsdóttir, sum umboðaði Tjóðveldi í býráðnum frá 2000 til2008. Somuleiðis eru Jón Kragesteen og Gunnar Djurhuus við, sum hava verið í býráðnum fleiri ferðir seinastu fýra árini sum eykavaldir.
Kend andlit eru eisini úr landspolitikki, eitt nú Liljan Weihe, ið umboðar Tjóðveldi á løgtingi, og Annita á Fríðriksmørk, ið somuleiðis hevur umboðað flokkin í nógv ár á løgtingi.
Valevnini eru hesi:
Anja Weyhe
Annita á Fríðriksmørk
Bergdís Ester Gísladóttir Jensen
Brandur í Dali
Elsa Berg
Gunnar Djurhuus
Heidi Lava Elgeirsdóttir
Hildur Eyðunsdóttir
Jan Klein Olsen
Jón Kragesteen
Liljan Weihe
Mads Andrias Winther
Mourits Joensen
Ottar í Funningsstovu
Ólavur Jóannesarson Hansen
Rannvá Jakobsen