Javnaðarflokkurin hevur nú gjørt listan til býráðsvalið í Havn í Novembur. Tað eru 17 valevni á listanum, og javnstøðan er so góð sum hon fær verið, tí tað eru níggju kvinnur og átta menn á listanum.
Javnaðarflokkurin hevur seks býráðslimir í verandi býráðið og merkisvert er tað, at bara tvey av teimum stilla upp aftur.
Tað er Heðin Mortensen, borgarstjóri og Kristianna Winther Poulsen. Annars er Kári Johansen rýmdur í Framsókn, og hvørki Tróndur Sigurðsson, Bjørg Dam, ella Súna Mørk, stilla upp aftur.
Tað ljóðaði at orsøkin var misnøgd við, at Heðin Mortensen stillaði upp aftur, hóast hann hevði boðað frá tí øvugta - og harafturat er dótturin, Elin Heðinsdóttir Joensen, eisini á listanum.
Annars eru hesi 17 valevnini á listanum hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu tann 12. november:
Barbara Djurhuus
Barbara Gaardlykke Apol
Bergur Robert Dam Jensen
Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk
Elin Heðinsdóttir Joensen
Eyðbjørg Hansen
Harald Joensen
Heðin Mortensen
Heri Ólason Dam
Høgni Rasmussen
John av Reyni
Kristianna Winther Poulsen
Magni E. Dalsgaard
Maria Hammer Olsen
Milia Egilsnes Anda
Robert Vilhelmsen
Sára Gullfoss