Tvey ár upp í slag hava føroysku tónlistavirðislønirnar verið raktar av koronu, men nú er líkt til, at FMA verður sum tað plagar - tað vil siga beinleiðis í sjónvarpinum og við fullum sali av fólki í Norðurlandahúsinum.
Í 2020 var tiltakið sent uttan áhoyrarar og í fjør var talan um bandaða sjónvarpssending.
Átta tónleikabólkar og einstaklingar spæla á FMA í ár. Hesi eru:
Eivør
Bjarki Hansen
EKA
Det Ferösche Compagnie
Knút
Fróði Bjarnason
TeenStreet
Lena Anderssen
Í morgin, hósdagin 3. mars verður kunngjørt, hvørji eru í uppskoti í teimum ymsu flokkunum á FMA 2022. Tá fer eisini at bera til at atkvøða um Áhoyraravirðislønina á Sona-appini. Tað er virðisløn, sum fólkið velur burturav.
FMA verður víst beinleiðis í sjónvarpinum leygarkvøldið 12. mars.
Atgongumerki til tiltakið í Norðurlandahúsinum eru til keyps á nlh.fo.