Nú verður tað beinleiðis sett í revsilógina, at sálarligur harðskapur skal javntstillast við likamligan harðskap.
Tað er ein partur av einum lógaruppskoti, Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, fer at leggja fyri Løgtingið í næstum.
Sum nú er, eru ongar beinleiðis ásetingar í revsilógini um sálarligan harðskap Men nú er ætlanin at seta ein nýggja grein í revsilógina sum sigur, at ein persónur kann verða revsaður fyri at gera seg sálarliga inn á ein annan.
Her skal talan vera um afturvendandi sálarligan ágang í longri tíð við grovt niðrandi, háðandi ella ágangandi atferð, sum kann stýra hinum á ósømiligan hátt.
Tað merkir, at talan skal vera um atferð, sum verður endurtikin og sum er skipað. Einstakir tilburðir av ágangi eru sostatt ikki fevndir av ásetingini.
Men er talan um ógvuliga álvarsligan ágang, kunnu fáir tilburðir tó vera nóg mikið til at vera fevndir av ásetingini.
Eftir uppskotinum skal sálarligur harðskapur av hesum slagi revsast við upp til trý ára fongsulsrevsing.
Hetta er galdandi fyri persónar, sum hoyra til húski hjá órættaða. Hetta kunnu eitt nú vera hjúnafelagi, sambúgvi, foreldur, fosturforeldur ella systkin.
Hetta er somuleiðis galdandi fyri persónar, sum hava tætt tilknýti til húski hjá hinum. Talan kann vera um ein fyrrverandi hjúnafelaga, sum framvegis vitjar húskið regluliga, kanska tí at felags børn framvegis hava bústað har. Talan kann eisini vera um ein annan familjulim, sum er við til at uppala børnini.
Somuleiðis verður hetta galdandi fyri maka hjá órættaða, sum ikki livir saman við órættaða.
Sálarligur harðskapur kann eisini fremjast gjøgnum talgildar tænastur, sum eitt nú telefon, sms, GPS eftirlit, sosialar miðlar, og annað.
Dømi um atferð, kann metast at verða niðrandi, háðandi og ágangandi, kann vera:
- at órættaði verður avbyrgdur frá síni familju og frá sínum netverki
- at órættaði verður avbyrgdur frá barni sínum ella sínum nærmastu
- at eftirlit verður hildið við órættaða uttan samtykki, t.d. við at nýta talgildar tænastur ella GPS-útgerð
- at taka ræði av gerandisdegnum hjá einum persóni við at gera av, nær viðkomandi skal sova, nær viðkomandi skal luttaka í sosialum høpi við øðrum, hvørjar persónar, viðkomandi kann hava samband við, hvørji klæði, viðkomandi skal fara í o.s.fr.
- at ikki vilja vita av einum persóni og látast ikki at síggja og hoyra viðkomandi
- at halda viðkomandi í óvissu um týðandi avgerðir, eitt nú ferðir í onnur lond
- at avmarka rásarúmið hjá einum øðrum persóni
- at nokta makanum at søkja arbeiði
- at skerja møguleikan hjá einum persóni at fáa stuðul
- at umrøða ein persón, sum um viðkomandi ikki hevur nakað virði
- at taka ein persón fíggjarliga av ræði
- at hótta ein persón, børn hansara ella hansara nærmastu
- at fremja ágang ella harðskap móti børnum ella tey nærmastu hjá einum persóni fyri at skaða viðkomandi
- at halda einum persóni føstum í hjúnalagi við at vísa til hugsjónir um sóma og umdømi hjá familjuni ella fremja annað neiligt sosialt eftirlit við órættaða
- at fáa aðrar persónar til at leggja trýst á órættaða um at taka ávísar avgerðir um egið lív, eitt nú viðvíkjandi útbúgving ella avgerð um hjúnalagið
- at darva einum persóni í at nýta heilsuverkið, at fáa útbúgving ella sleppa á arbeiðsmarknaðin
- at tvinga ein persón, sum er við barn, til antin at eiga barnið ella til at taka fostrið
- at noyða ein persón gjøgnum hóttanir, at forkoma ella hótta við at forkoma persónligar ognarlutir ella at breiða út óreinan slatur, sleyg ella viðkvæmar upplýsingar um órættaða
Tá talan er um børn, kann ágangandi atferð vera tilburðir, sum støðugt mannminka barnið ella sum beina fyri sjálvsvirðingini hjá barninum.
Eitt nú kann viðkomandi látast at ikki vilja kennast við barnið, viðkomandi kann nokta tí umsorgan, ella viðkomandi kann brúka barnið sum gísla í sambandi við ósemjur ímillum foreldrini.
Talan kann eisini vera um viðmerkingar um likamið hjá barninum, um vekt og nøgd av mati, sum barnið etur.