Hesi skulu skipa fyri oyggjaleikunum í Føroyum um trý ár

Nú er nevndin mannað til oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027

Áki Bertholdsen
6. juni 2024 kl. 15:39

Nú eru tey fólkini vald, sum skulu vera í nevndini, sum skal skipa fyri oyggjaleikunum í Føroyum í 2027.

Oyggjaleikanevndin 27 hittist fyri fyrstu ferð í dag.

Teitur Samuelsen, stjóri í fyri Eystur- og Sandoyartunlar, og stjóri fyri Suðuroyartunnilin, er formaður í Oyggjaleikanevndini, og hann hevur fíggjarligu og umsitingarligu ábyrgdina av leikunum.

Annleyg Lamhauge úr Visit Faroe Islands fer at hava ábyrgd fyri flutningi, gisting og vistarhaldi - men hesa fyrstu tíðina er Guðrið Højgaard, stjóri í VFI, í nevndini fyri Annleyg.

Niels Mortensen, stjóri í SMS hevur handilsliga og stuðulspartin um hendi, og Doris Bjarkhamar, ráðgevari á løgmansskrivstovuni, situr við ábyrgdini fyri heilsu- og trygdarmál.

Tveir limir í Oyggjaleikanevndini 27 eru úr starvsnevndini í Ítróttasambandi Føroya. Limirnir eru Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti, og Anna Maria Toftegaard, starvsnevndarlimur.

Elin Heðinsdóttir Joensen hevur ábyrgdina av ymiskum tiltøkum á leikunum so sum setan, endahátíð og onnur ítróttalig og mentanarlig tiltøk, og Anna Maria Toftegaard fer at hava ábyrgdina av teimum mongu sjálvbodnu hjálparfólkunum, umframt fyri burðardygd, kunning og sosialum miðlum.

Umframt hesi seks fólkini eru John Kjær, serligur oyggjaleikaráðgevari, og Solby Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari, eisini knýtt at nevndini. Harumramt er væntandi, at onnur verða knýtt at nevndini, so hvørt sum leikirnir nærkast.

Tann 13. juli er ársaðalfundurin hjá altjóða oyggjaleikanevndini, IIGA, í Orknoyggjunum, har leikirnir eisini vera næsta ár.

Á hesum aðalfundinum verður endaliga samtykt og staðfest, at Føroyar skulu hýsa Oyggjaleikum 2027. Oyggjaleikanevndin 27 tekur formliga við eftir summarfrítíðina.

Oyggjaleikir eru í Føroyum í døgunum 3.-9. juli 2027, og kappast verður í 14 ítróttagreinum. Tær 14 eru:

Badminton, bogaskjóting, borðtennis, fimleikur, flogbóltur herundir eisini sandflogbóltur, fótbóltur, frælsur ítróttur, judo, kurvabóltur, súkkling, skjóting, svimjing, tennis, triatlon.

 

Myndin er tikin eftir at Oyggjaleikanevndin 27 hevur havt sín fyrsta fund í dag.

Aftara rað frá vinstru eru tey Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF, Niels Mortensen, stjóri í SMS, John Kjær, serligur oyggjaleikaráðgevari og Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

Fremra rað frá vinstru eru tey Doris Bjarkhamar, ráðgevari á Løgmansskrivstovuni, Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, Solby Anna Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari, Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og sandoyartunlar og partafelagnum, Suðuroyartunnlin. Anna Maria Toftegaard, starvsnevndarlimur í ÍSF, manglar á myndini.