Á nýggjárinum verður málsøkið, sum eitur farsóttir, yvirtikið frá dønum, so frá 1. januar verða tað sostatt føroyskir myndugleikar, sum fáa ábyrgdina av farsóttarøkinum.
Tað kom fram undir koronu, at tað var tvørligt, at ábyrgdin av hesum øki lá hjá donskum myndugleikum.
Men nú fáa føroyskir myndugleikar alt ræði á málsøkinum, bæði lóggevandi valdi og vald at gera av, hvørji tiktøk skulu setast í verk, næstu ferð ein farsótt herjar heimin.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur í tíðindaskrivi, at farsóttarøkið fevnir um øll viðurskifti í føroyska samfelagnum, sum kunnu verða ávirkað av einari farsótt - og sum ikki hoyra undir eitt annað málsøki, sum ikki er yvirtikið.
Í sambandi við yvirtøkuna av málsøkinum, er nýggj farsóttarnevnd sett. Í farsóttarlógini er ásett, at farsóttarnevndin er mannað við seks føstum limum umframt trimum limum, sum landsstýriskvinnan velur.
Farsóttarnevndin skal ráðgeva og vegleiða myndugleikarnar um, hvussu farsóttir, sum eru samfelagsskaðiligar, skulu handfarast.
Føstu limirnir í farsóttarnevndini eru fútin, stjórin í Fólkaheilsustýrinum, landslæknin, stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, landsdjóralæknin og stjórin á TAKS.
Fyrsti fundur hjá nýggju farsóttarnevndini var í gjár, har nevndin skipaði seg. Michael Boolsen, fúti, er formaður í farsóttarnevndini.
Føstu limirnir í nevndini eru:
Michael Boolsen, fúti
Bjarni á Steig, stjóri í Fólkaheilsustýrinum
Lars Fodgaard Møller, landslækni
Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
Birna Mørkøre, landsdjóralækni
Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS
Limirnir, sum landsstýriskvinnan hevur valt eru Turid Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, Gunnvá Guttesen, varastjóri við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum og Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum