Hesi seinastu árini hava verið ógvuliga tung hjá nógvum

Fimm stór fakfeløg hava eina staðiliga áheitan á Løgtingið

Tíðindaskriv
13. desember 2023 kl. 10:39

Undiritaðu feløg hava heitt á løgtingið um at broyta orkuískoyti, sum kemur til 3. viðgerð nú fyrrapartin. Feløgini heita á tinglimir um at hækka orkuískoyti til 12.000 kr ella 1000 kr um mánaðin, og at útgjalda ískoytið loypandi. Eisini vísa feløgini á, at inntøkumørkini fyri, hvør kann søkja og fáa eiga at broytast til eina arbeiðaraløn fyri ein stakan og tvær arbeiðaralønir um talan er um 2 ella fleiri vaksin í húsarhaldinum.

Undirritaðu feløg hava skriva til allar løgtingslimir og vóna, at hetta verður gjørt, tí nógv eru í dag, sum hava ringt við at fáa endarnar at røkka, og ætlaðu avgjøld í 2024 betra ikki um støðuna.

Fyri ávísar lønarbólkar hevur tíðin við ógvusligum prísvøkstri seinastu árini verið ógvuliga tung, tí lutfalsliga stórur partur av inntøkuni fer til vørur, sum merktu mestan prísvøkstur. Hóast prísvøksturin ikki er eins høgur nú og hann var, tá ið mesti prísvøkstur var, merkir hetta ikki, at prísirnir eru lækkaðir, tí tað er framvegis prísvøkstur bæði í Føroyum og úti í heimi sum heild – hetta vísa nýggjastu tølini frá OECD nú í desembur eisini. 

Verður orkuískoyti betra og broytt fer hetta at skapa ein lætta hjá nøkrum, sum annars ikki hava fingið tað stóra, men sum merkja prískostnaðin og møgulig avgjøld lutfalsliga hart. Kostnaðurin av hesum er mettur til 7. mió kr í mun til uppskotið, sum tað fyriliggur nú.

 

Georg F. Hansen, Føroya Arbeiðarafelag

Jan Højgaard, Føroya Fiskimannafelag

Heri Reynheim, Havnar Arbeiðarafelag

Jastrid Niclasen, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Absalon Hansen, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag