Á hvørjum ári er fiskikapping ímillum fólkaskúlarnar í Havn, har børnini í 6. flokki fara í fjørðin við aldargomlu sluppini, Westward Ho.
Í ár var tað 6. flokkur í Skúlanum á Fløtum, sum vann kappingina og í morgun var steypahandan í skúlanum har borgarstjórin handaði gávur og steyp.
– Endamálið við tiltakinum, sum hevur fingið heitið, Á flot við Westward Ho, er júst hetta, at børnini í sætta flokki fáa samband við sjógvin, fáa eina fatan av siglingarsøguni, og at tey sleppa á flot.
Hvør túrur varar í einar fýra tímar og hvør flokkur fær umleið tveir tímar at fiska í. Tann flokkur, sum fær flest fiskar, vinnur kappingina og fær steyp til ognar.
Fiskur minni enn 25 cm telur ikki við, og verður settur út aftur.
Borgarstjórin sigur, at í ár var fiskikappingin øgiliga spennandi. Allir túrarnir vóru nú í august og septembur – fyrsti túrurin var 23. august og seinasti túrurin var 8. september.
- Tilsamans var Westward Ho 14 túrar við sættu flokkunum í Tórshavnar kommunu.
- Tann, sum fekk tann størsta fiskin var Jósef úr 6b í Hoyvíkar skúla, tann fiskurin vigaði heili 5,3 kilo.
- Tann flokkurin, sum fiskaði mest hesa ferð, var 6b í Skúlanum á Fløtum, sum fekk 40 fiskar.