Ole Gunnar Solskjær stóð á odda fyri Manchester United í 168 dystum, har hann vann 91 av teimum. Hann varð uppsagdur í novembur 2021, eftir eitt tíðarskeið við vánaligum spæli og vánaligum úrslitum.
Norðmaðurin var herfyri gestur í nýggjasta partinum av poddvarpinum Stick to Football, har prátið millum annað snúði seg um leikaraflytingar, sum ikki blivu til nakað. Her avdúkaði Solskjær tveir stórar leikarar, sum hann ynskti, at Manchester United skuldi keypa, tá hann sat við róðrið.
Annar av hesum leikarunum er Erling Håland, sum í dag spælir við Manchester City, og telist millum bestu álopsleikarar í heiminum. Solskjær var venjari hjá Håland í Molde, og royndi longu tá at eggja Manchester United til at keypa áleyparan, men felagið var ikki áhugað. Hann gjørdi so aftur eina roynd, tá hann sjálvur sat sum venjari í felagnum, men tá var ov seint, tí tað varð týska felagið, Borussia Dortmund, sum streyk avstað við undirskriftini hjá Håland.
Erling Håland hevur skotið 54 mál í 57 dystum fyri Manchester City (Mynd: AFP-JIJI)
Hin leikarin, Solskjær royndi at fáa til Manchester United, er ein annar fyrrverandi Dortmund leikari, nevniliga Jude Bellingham. Manchester United legði nógv fyri at fáa fatur í Bellingham, sum tá spældi við Birmingham, men aftur varð tað Borussia Dortmund, sum tá skrivaði undir við stórtalentið.
Jude Bellingham spælir í dag fyri spanska stórfelagið Real Madrid, har hann hevur fingið veruligt gjøgnumbrot, og telist hann í dag millum heimsins bestu miðvallarar, einans 20-ára gamal.
Jude Bellingham skifti í fjør summar úr Dortmund til Real Madrid (Mynd: Getty Images)