Bjørt Samuelsen, løgtingsfokvinna hevur í dag saman við formansskapinum lagt fram uppskot um at avtaka sera lukrativu tænastumannapensjónina hjá tingfólki og flyta yvir í eina meira vanliga eftirlønarskipan.
Uppskotið mælir ikki til nakra lønarhækking, men fylgir annars í stóran tilmælunum frá einum óheftum lønarbólki, sum gav tingforkvinnuni eitt álit í februar.
Størsta broytingin í mun til galdandi lóg er, at farið verður frá verandi tænastumannaeftirløn við serstøkum treytum, til eina eftirløn, har tingfólk fáa upp til 15% í eftirløn.
Nývald tingfólk fara at fáa 15% í eftirløn, ímeðan núverandi tingfólk fara at fáa millum 0% og 15% í eftirløn alt eftir hvussu nógv tey longu hava vunnið sær eftir galdandi pensjónsskipan.
Eftirlønaraldurin fer at fylgja fólkapensjónsaldrinum, eins og hjá øðrum.
Hetta málið er í fleiri førum tikið fram, men av ymsum orsøkum er tað enda aftur í skuffuni. Men hesaferð fór tað ikki í aftur skuffuna.
Tjóðveldi fegnast um at hetta uppskotið nú er lagt fram. Væl er arbeitt.