Næsta vikuskifti, tað er 3. og 4. mai, er Dansibandsfestivalur aftur í Vági og hetta er tíggjundu ferð at hesin festivalurin er á Eiðinum í Vági.
Og fyrireikararnir siga, at festivalurin í ár verður tann størsti nakrantíð. Vikuskiftispassini, sum geva atgongd til øll tiltøk, eru eisini útseld, men bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið er almennur dansur í Vágs Høll, har tað ikki er neyðugt at hava keypt atgongumerki frammanundan.
Somuleiðis er kampingplássið fult og sostatt verða umleið 50 kampingvognar á Eiðinum alt vikuskiftið.
Sum vant byrjar Dansibandsfestivalin hóskvøldið við ókeypis »syngið og dansi« tiltaki á Hamragarði, fyri tey, sum eru 65 og eldri, og hann endar endar við dansi leygarkvøldið.
Eitt av afturvendandi tiltøkunum er grillkvøldið leygarkvøld og í ár er eisini tað útselt so har verða eini 480 fólk. Eitt annað afturvendandi tiltal er dansibandsgudstænastan og í ár verður tað Jógvan Fríðriksson, bispur, sum hevur hana, og Sumbiarkórið fer at syngja.
Tey orkestrini sum fara at spæla fríggjakvøldið, eru Hans Jacob & vinmenn, og Sommerson’s Band, sum bæði eru føroysk. Í steðginum stendur Finnur S. Olsen frá »upp á á tá« sendingini í Kringvarpinum, fyri tónleikinum, sum eisini verður sendur beinleiðis í Kringvarpinum.
Í dansinum leygarkvøldið spæla norsku orlestrini, Contiki og Odd Arne Sørensen & Hans Olaf Trøen.