Hernaðaratsóknir skapa fleiri yvirgangsfólk í Afrika

Nýggj kanning hjá ST vísir, at atsóknir frá myndugleikum eru við til at skapa trupulleikan

Turið Nolsøe
16. september 2017 kl. 12:39

Kanningin hjá ST, Journey to Extremism, er tann fyrsta av sínum slag, og vísir á orsøkir til at fólk gerast limir í yvirgangsfelagskapum í Afrika, sosum Boko Haram og Al Shabaab. Úrslitini eru grundað á samrøður við 495 limir í harðrendu yvirgangsfelagskapunum. 

Fátækradømi og veikar stjórnir eru høvuðsorsøkir á leiðini til gerast yvirgangsfólk, meðan 71% søgdu at harðskapur og atsóknir frá myndugleikum verða avgerandi orsøkina. Við lítlum og ongum møguleikum at skapa eitt betri lív og samfelag, missa nógv ung soleiðis álít á myndugleikarnar. Tey flestu svara, at dráp og handtøkur av familju og vinum fingu tey at taka endaligu avgerðina um at gerast limir í yvirgangsfelagskapum. 

Meira enn 33.000 menniskju eru dripin av afrikanskum yvirgangsfelagskapum millum 2011 og 2016. Nigeria hevur mist 40% í útlendskum íløgum orsakað av Boko Haram, meðan talið av ferðafólkum í Kenya er lækka við 40% orsakað av Al Shabaab. Harðskapurin forðar fíggjarligari og sosialari menning í nógvum londum.

- Tí tóku vit avgerðina um at vísindaliga kortleggja, hvussu fólk gerast yvirgangsfólk og hvussu vit best kunnu leggja ætlanir fyri at basa harðskapinum, sigur Abdoulaye Mar Dieye, leiðari fyri afrikansku deildini í menningarætlanini hjá ST (UNDP). 

Samstundis ætlar danska stjórnin at stuðla eini nýggjari hernaðardeild, ið skal berjast ímóti yvirganginum í Afrika. Hetta boðar Politiken frá. Avgerðin verður møguliga almannakunngjørd í næstu viku, og hevur undirtøku á Christiansborg. Framsøgufólk hjá danska Javnaðarflokkinum og Vinstraflokkinum meta ikki kanningina hjá ST verða orsøk til at slaka hernaðartiltøkini í afrikansku londunum.

Meira kann lesast um kanningina her