Hermann Mortensen er nýggjur trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu
Tað vóru sjey umsøkjarar til starvið
Jóannes Hansen
1. februar 2024 kl. 19:56
Tórshavnar býráð hevur í dag tikið avgerð um at seta Hermann Mortensen í starvið sum trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu. Tað komu 7 umsóknir til starvið.
Hermann Mortensen er 48 ára gamal. Hann hevur drúgvar og viðkomandi leiðsluroyndir innan trivnaðarøkið, m.a. sum trivnaðarstjóri í Almannaverkinum.
Trivnaðarfyrisitingin í Tórshavnar kommunu fevnir í høvuðsheitum um dagstovnaøkið, skúlaøkið, barnavernd, mentan og ítrótt, skrivar torshavn.fo.