Herman Lindberg er farin

Ómetaliga nógv stendur eftir eldsálina Herman Lindberg, sigur Flogbóltssamband Føroya, sum hevur skrivað hesi minningarorðini

Flogbóltssamband Føroya
25. juli 2024 kl. 20:10

Allar ítróttagreinar hava sínar eldsálir. Hesi fólkini, sum hava ein serligan mátt, ein serligan vilja, serligar visjónir og tað treisknið, sum skal til fyri at røkka hægstu tindum. Fyri føroyskan flogbólt var Herman Lindberg ein av hesum eldsálum og hartil var Herman ein slóðari. 

 

Stovnaði Flogbóltsfelagið Fleyr

Herman Lindberg kemur aftur til Føroyar miðskeiðis í 1970 árunum. Hann hevði tá búleikast í Danmark, og hevði tikið flogbólt til sín har. Áðrenn Herman kom heimaftur til Føroyar, var hann longu vorðin eitt kent og leiðandi andlit í donskum flogbólti. Við sínum evnum, áræði og fullur av orku legði hann bragdliga fyri, tá hann kom heim, og var í 1977 ein av stovnarunum av Fleyr, sum burturav er eitt flogbóltsfelag. Soleiðis var ikki tá, og stutt eftir kom Mjølnir og restin er søga, kunnu vit siga. Hetta var bara eitt av mongum avgerandi stigum, sum Herman stóð á odda fyri í føroyskum flogbólti. 

 

Íverkseti og fyrsta føroyska Oyggjaleikagullið

Hóast Herman ikki var av hægstu monnum á vøkstri, so var hann eftir tátíðar máti ein av allar bestu leikarum. Og hann helt seg ikki aftur nakrastaðni. Men tað er serliga sum íverkseti vit í flogbóltinum hava nógv at takka Hermani fyri. Umframt at vera oddamaður tá Fleyr varð sett á stovn, var hann var eisini ein av stovnarunum og fyrsti formaður í Flogbóltssambandi Føroya, sum er stovnað í 1980. Og í hesum leiklutinum skipaði Herman føroyskan flogbólt heilt frá grundini av við egnum feløgum, ungdómskappingum og landskappingum, ungdóms- og A-landsliðum og ikki minst glæsiligum úrslitum á Oyggjaleikum, har hann vann gull við kvinnulandsliðnum á Oyggjaleikunum í 1987 á Guernsey.  Hetta var samstundis fyrsta gullheiðursmerki, sum Føroyska tjóðin hevur vunnið á Oyggjaleikunum.

Altjóða viðurkenning til flogbóltin

At Herman var slóðari sæst eisini aftur í, at við honum á odda vann Flogbóltssamband Føroya sær altjóða viðurkenning í bæði Evropa ígjøgnum CEV og í alheimsfelagsskapinum FIVB. Síðani hetta hevur Flogbóltssamband Føroya verið virkið í hesum felagskapum og hevur heystað nógv góð úrslit og nógva viðurkenning. 

Í føroysku flogbóltsfamiljuni kenna vit Herman sum Fleyr'ara. Har var eingin ivi um tað. Hjarta bankaði fyri Fleyr, sum hann líka til tað síðsta stuðlaði fult og heilt. Hóast Fleyr'ari um ein háls, var Herman víðskygdur sum fáur, og øll feløg og allir leikarar fingu ágóðan av hansara visjónum og arbeiði. Hann var meira enn Fleyr. Nógv meira.

Sum vera man, var Herman ikki líka virkin seinnu árini, men til størru tiltøkini var hann altíð til staðar. Til steypafinalur, avgerandi dystir, landsdystir og so framvegis. Og eisini til ungdómskappingar sum Flogbørn, sum Herman var so serliga fegin um. Og Herman hevði sínar meiningar. Hann var raskur at rósa, men hann var líka greiður og kontantur, tá ið eitthvørt var, sum honum ikki hóvaði, ella sum hann helt átti at verið øðrvísi. Soleiðis var hann, líka til tað síðsta.

Ein slóðari er farin, men so ómetaliga nógv stendur eftir teg Herman til onnur at byggja víðari á. Tú var við til at leggja at kalla allar grundarsteinarnar í føroyskum flogbólti.

Og soleiðis fara vit altíð at æra, takka og minnast Herman Lindberg, sum nú hevur lagt hendur saman fyri seinastu ferð og er farin í annað ljós.

Vit lýsa frið yvir minnið um Herman Lindberg.

 

/Flogbóltssamband Føroya