Bæði í gjár, og í dag, hevur ólag verið á siglingini hjá Smyrli tí hann hevur ikki klárað at hildið ferðaætlanina.
Íslendska ferjan, Herjólfur, hevur verið í Føroyum og hjálp Smyrli at flyta farm ímillum Suðuroynna og Havnina. Tað er so nóvur farmur at flyta, at Smyril kláraði tað illa einsamallur, og av tí sama vóru stórar seinkingar, gerandiskostur.
Síðani Herjólfur kom, hevur Smyril at kalla ikki verið ov seinur, tá ið tað hevur verið so nógvur farmur at flyta.
Herjólfur hevur tikið 30 prosent av sleipunum, sum hava verið um Suðuroyarfjørð og sostatt hevur tað verið so rúmsátt á buladekkinum á Smyrli, at hann hevur ikki verið seinkaður.
Men fríggjadagin mátti Herjólfur aftur til Íslands í tvær vikur. Íslendingar vildu hava hann aftur alt fyri eitt, tí ein ferja hevur fingið tekniskar trupulleikar, so Herjólfur skuldi yvir har at avloysa í tvær vikur.
Kanska er tað eitt prógv um, hvussu stóra nyttu Herjólfur hevur gjørt, men hann hevði bara verið burtur í nakrar fáar dagar, so fór ferðaætlanin hjá Smyrli aftur á glið.
Bæði í gjár, og í dag, er Smyril nevniliga seinkaður, og Strandferðslan sigur, at tað er tí at tað er so nógvur farmur at flyta. Túrin á miðdegi av Krambatanga í gjár var hann seinkaðure næstan trý korter og tann seinna kvøldartúrin av Havnini í gjárkvøldið varð hann seinkaður ein tíma. Og aftur í dag hevur Strandferðslan boðað frá seinkingum í kvøld.
Tískil tekur tað so langa tíð at lasta hann, og at tøma hann aftur, at hann klárar ikki at halda ferðaætlanina.