Í ár fór Atlantsflog undir at flúgva til New York. Og nú er greitt, at tey aftur fara at flúgva til New York næsta ár.
Jóahnna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at í verki gekk flúgvingin í ár upp á stás. Men tey vóru nakað sein á sjóvarfallinum, so tey høvdu alt ov stutt skotbrá at selja ferðaseðlar í.
– Vit kunu ynskt okkum, at vit høvdu fleiri ferðafólk á rutuni til New York í ár, men vit eru sanndførd um, at tað var tí, at vit vóru ov sein á veg at lýsa ferðaseðlar til sølu, sigur hon.
Men hon sigur, at eitt, tey hava lagt til merkis er, at á New York rutuni í ár vóru 50 prosent av ferðafólkunum útlendingar og hin helvtin var føroyingar.
Tey siga, at nú tey aftur fara at flúgva til New York næsta ár, verða tey nógv betri fyrireikað. Sostatt verður tað longu í næstu viku, at tey fara at lýsa ferðaseðlar til sølu. Talan verður um seks flogferðir aftur og fram frá 3. septembur til 9. oktobur
Eins og í ár eru ferðirnar til New York týsdag, og heimferðin er mikudag, og tað er framvegis Stewart International Airport, sum flogið verður til.
– Stewart flogvøllurin er ikki so stórur, so tað er lætt at finna runt. Eisini er tað skjótt at sleppa gjøgnum passeftirlitið, sum annars ofta kann taka langa tíð á teimum stóru flogvallunum, sigur Atlantsflog í tíðindaskrivi.
– Sambandið inn til býin er gott, tí snarbussar koyra beinleiðis til og av Times Square í sambandi við komurnar og fráferðirnar hjá Atlantic Airways, og busstúrurin tekur bert hálvanannan tíma, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi.