Heri er ársins venjari
Hann sigur lagið altíð vera betri, tá ið hann hevur vant saman við ungdómunum, enn tá ið hann fer til venjingar
Jóannes Hansen
10. februar 2024 kl. 20:46
Árins venjari 2023 í føroyskum ítrótti er Heri Ziska. Tað var kunngjørt undir Ítróttarfagnaðinum, sum í kvøld er í Løkshøll.
Tað var Eyðvør Klakstein miðvallari hjá KÍ og á landsliðnum og sálarfrøðingur, sum handaði heiðurin og kekkin á 5 túsund krónur.
Heri var í síni tíð íðkari á hægsta føroyska stigi, og nú hevur hann í nógv ár verið venjari.
-Eg dugi ikki at síggja, hví eg skal gevast enn, tí tað gevur mær nógv og eg verði upplyftur av at venja saman við ungdómunum, segði Heri Ziska í Løkshøll í kvøld.
Hini tilnevndu vóru Sarita Kristina Hansen í KÍF Kappróður, og Wong Fai Yin í Havnar Badmintonfelagi.