Hergeir Staksberg: - Vit vilja vísa teimum ungu eitt alternativ

- Tað er ikki øll, sum tíma popp tónleik og fótbólt. Sjálvt um tað fær 80 prosent av uppmerkseminum í bæði útvarpið og í samfelagnum yvirhøvur, sigur Hergeir Stakberg, sum í hesum døgum er við til at skipa fyri tiltakinum, Da Sjúka, sum verður leygardagin. Hann heldur, at størri virðing eigur at vera fyri alternativum ítróttargreinum og street mentan

Hergeir Staksberg og Ólavur Thorsteinson. Mynd: Kristian Waag Dam.
Kristian Waag Dam
16. juni 2022 kl. 17:41

- Da Sjúka byrjaði við undirgrunds-tónleikabólkum. Tá bað eg bólkar koma, sum man ikki hoyrir í útvarpinum vanligt. Fyri tveimum árum síðan bað eg tildømis Marius DC, RSP og Impartial um at framføra. Nú tvey ár seinni eru hetta vorðin kend nøvn í Føroyum. Í roynd og veru gevur mann teimum ókendu bólkunum og tónleikinum, sum tú ikki hoyrir í útvarpinum ein kjans. Nú er tiltakið víðkað við ítrótti og mentan yvirhøvur, sigur Hergeir Staksberg, ið er annar av fyriskiparunum, við Dimmalætting í samrøðu um tiltakið, Da Sjúka, ið verður leygardagin.

Da Sjúka byrjar leygardagin klokkan 14, tá verður Tórsgøta stongd og gjørd til eitt stórt spælipláss, har alternativur ítrottur og street mentan sleppa til sín rætt. Um dagin verður matur eisini at fáa á staðnum. Klokkan 19 verður Tórsgøta ruddað og eyguni vend móti Perluni, har bólkarnir 200, RSP og Jurghinn fara at framføra. Tríggir bólkar, sum spæla punk, hip hop og harðan rokk. Tónleikur, sum í stóran mun mynda alternativan ítrott og street mentan.

Vilja vísa street mentanina fram

Til dagin seta tey rampur upp til skateboarding, BMX og parkour. Haraftrat verður kurvabóltur á vøllinum við Margarinfabrikkina. Bæði venjarar, íðkarar og útgerð verður á staðnum. Eisini fara útlendskir gestir at hava eina orduliga ítróttarframførslu.

Ætlanin við degnum er, at ein og hvør kann sleppa at royna seg í ymisku ítróttargreinunum og fáa ein forsmakk uppá hesar øðrvísi ítróttargreinirnar, ið tað vanliga ikki verður varpað nógv ljós á.  

- Tað fær ikki líka nógv fokus, sum alt hitt, so hetta er eitt fínt høvi at vísa seg fram, og fólk kunnu koma framvið og síggja, hvat tað gongur út uppá, sigur Hergeir Staksberg, ið er samskipari í Tórsgøtu.

Spyrt tú fyriskipararnar av tiltakinum, Hergeir Staksberg og Ólavur Thorsteinson, so hoyra list og ítróttur saman, tískil verður eisini møguleiki fyri at uppliva graffitti á økinum.

- Graffitti er ein afturvendandi partur í øllum hesum ítróttinum, bæði innan skate’ing, BMX og kurvabólt, sigur Hergeir Staksberg.

- Tað er ein mentan og lívsstílur, har hip hop og graffitti binda tað saman, leggur Ólavur Thorsteinson, ið er formaður í Skatefelagnum, aftrat.

Eitt umfatandi tiltak, sum vónandi verður afturvendandi

- Tað er eitt samstarv millum Skatefelagið, sum eisini umfatar BMX, MOVE, sum er parkourfelagið í Føroyum, Kurvabóltsfelagið, Tórshavnar kommunu, Guerilla Pop Up, Visit Tórshavn, Margarinfabrikkina og Tórsgøtu, greiða fyriskipararnir, Hergeir Staksberg og Ólavur Thorsteinson, frá fyri Dimmalætting. Haraftrat hava Atlantsflog og Hotel Tórshavn stuðlað tiltakinum. Hóast talan er um eitt umfatandi samstarv við ymiskum aktørum, so lata fyriskipararnir væl at.

- Hetta hevur verið tað lættasta tiltakið at fyrireika nakrantíð, tí øll eru við uppá tað beinanvegin og leggja alt í tað. Tað hevur verið øgiliga nógv sjálvboðið arbeiðið og góður stemningur allan vegin ígjøgnum, sigur Hergeir Staksberg við einum brosi. Hóast hetta er tað fyrsta tiltakið av hesum slag, so droyma fyriskipararnir um, at tiltakið verður afturvendandi.

- Hetta er fyrstu ferð vit gera tað, so tað er eitt sindur soleiðis, at vit fara at taka saman um og eftirmeta aftaná. Hvat kunnu vit broyta, og hvat kunnu vit gera betur næstu ferð? Vit ætla, at tiltakið skal vera afturvendandi, tí hetta er ein málbólkur, sum hevur uppiborið meir viðurkenning, sigur Hergeir Staksberg.

Ikki øll tíma popp tónleik og fótbólt

- Tað eru ikki øll, sum tíma popp tónleik og fótbólt. Sjálvt um tað fær eini 80 prosent av uppmerkseminum í bæði útvarpið og í samfelagnum yvirhøvur. Men fert tú á Roskilde festival, so sært tú bæði hip hop, punk og metal á Orange Scene. Og fert tú út á gøtuna í Keypmannahavn, so sært tú, at skateparkir, graffitti og kurvabóltur eru ein partur av býarmyndini. Tann alternativi pallurin er nógv størri enn, hvat mann heldur. Hann sleppur bara ikki líka lætt út til almenningin. Og í grundini er tann alternativi pallurin ikki serliga alternativur í øðrum londum, tí har er hann longu ein integreraður partur av býarmyndini. Og tað er eisini tað, sum er okkara ynski og endamál: At alternativur ítróttur og mentan við tíðini verða ein vanligur partur av okkara býarmynd, sigur Hergeir Staksberg.

- Hetta skal ikki skiljast sum, at vit eri anti fótbólt ella anti popp. Tað er slett ikki har, vit eru. Eg eri sjálvur super fjeppari av bæði fótbólti og poppi, men tað slepst ikki uttanum, at bæði fótbóltur og poppur hava hug at stjala uppmerksemi frá øðrum ítrótti og tónleiki. Og tá kann avleiðingin vera, at har sita fólk í Føroyum, sum hava ein brennandi hug til annan tónleik ella ítrótt, men ikki vita av, at har faktiskt eru alternativ til poppin og fótbóltin í Føroyum, leggur samskiparin í Tórsgøtu aftrat.

- Øll eru vælkomin til tiltakið í Tórsgøtu, ið byrjar leygardagin klokkan 14. Tiltakið um dagin er ókeypis, eisini maturin, men konsertin í Perluni um kvøldið kostar, siga fyriskipararnir, Hergeir Staksberg og Ólavur Thorsteinson, at enda.