Nú eru vit farin undir fjórðu vikuni, har stórir partar av samfelagnum liggja lamnir tí arbeiðarafeløgini eru í verkfalli.
Og Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, sigur, at nú verður verkfallið hert.
Tað er serliga eftir at semingsroyndin, sum skuldi verða í farnu viku, doyði í føðingini, tí partarnir vildu ikki flyta so so mikið tætt at hvørjum øðrum, at semingsmaðurin helt at tað loysti seg ikki at fara undir nakra semingsroynd yvirhøvur.
Sonja Jógvansdóttir sigur, at í nú eru tey farin at geva boð um, at ymisk undantøk, sum eru givin, verða tikin aftur.
Hon vil ikki siga alment, hvørji undantøk, talan er um. Samstundis verða alsamt fleiri arbeiðspláss blokerað fyri at forða fyri, at verkfalsrakt arbeiði verður gjørt.
Annars sigur hon, at smærri verkfalsbrot eru alla tíðina, tí summa staðni taka verkfalsbrótarar arbeiði upp, har limir í arbeiðarafeløgunum eru í verkfalli.
Men tað verða eisini alsamt fleiri verkfalsvaktir, so tey hava eitt vakið eyga við støðuni runt umkring.
Annars hava tey ikki hoyrt nakað aftur frá semingsmanninum, sigur samskiparin í Samtaki.