Herborg Torkilsdóttir hevur í seinastuni fingið gjøgnumbrot í Danmark, har hon við lagnum, "Jeg er fløjet", í løtuni er á Dansktoppen listanum hjá Danmarks Radio. Hetta er ein listi, sum er bygdur á atkvøður frá lurtarum.
Her í Føroyum kenna vit Herborg fyri henna eyðkendu og humoristisku løg. Vit hava tó ikki hoyrt hana syngja á donskum. Ikki fyrr enn nú.
- Ein danskur journalistur á P5 hjá DR setti seg í samband við meg á heysti í 2023, og spurdi, um eg hevði áhuga í at framføra í Vesthhuset í Sorø í 2024. Somuleiðis bleiv eg spurd aðrastaðni frá, um eg kundi framføra í Løkken Kulturhus, so eg hugsaði, at tað var upplagt, at týða onkur av løgunum til danskt, soleiðis at danir skiltu skiltu boðskapin, eg royndi at koma við. Fyrsta lagið sum eg týddi, var altso “Náttin var okay”, sum á donskum eitur “Jeg er fløjet”, greiðir Herborg frá.
- Eg sendi so lagið til DR og ymiskar útvarpsrásir í Danmark, og deildi tað eisini á einum donskum bólki á Facebook, og so koyrdi tað harfrá. Kendi útvarpsverturin, Jørgen De Mylius, dámdi væl lagið, og valdi at spæla tað í sínum sendingum, “Eldorado” og “Hithouse”, á P5.
- Jørgen er ein legenda innan Dansktop og Melodi Grand Prix umhvørvi í Danmark, so fólk hava stóra virðing fyri honum. So tað at hann spældi mítt lag, hevur heilt sikkurt gjørt sítt til, at lagið kom á Dansktoppen listan hjá DR fyri tveimum vikum síðani.
- Tá lagið kom á listan, streyk tað beint inn á 4. plássið. Tá var gleðin stór. Sendingin er hvønn leygardag, og lurtarar hava møguleika fyri at atkvøða í nakrar tímar aftaná sendingina. Tá Dansktoppen so var á skránni seinasta leygardag, var eg klintrað upp á 2. plássi! Tað er stórt fyri meg.
- Nú verður spennandi at vita, um eg klári at røkka 1. plássinum. Tað ber til at atkvøða úr Føroyum, so eg krossi fingrar fyri, at fleiri hava hug at senda eini sms boð, og atkvøða fyri mær, komandi leygardag.
Til ber at lurta at Dansktoppen sendingini her.
Um søguna aftanfyri lagið, "Jeg er fløjet", greiðir Herborg soleiðis frá:
- Tað er sum sagt ein týðing av lagnum “Náttin var okay”, sum eg gav út herheima fyri tveimum árum síðani. Lagið snýr seg um eina kvinnu, 35+ ár, sum eftir eitt stuttligt kvøld í býnum, fer heim við einum fittum sjeiki. Tá hon vaknar dagin eftir, sær hon, at sokallaði sjeikurin ikki er so sjarmerandi hóast alt - tómir pitsabakkar allastaðni, spinnilvevur í brúsuni, skitið lak á songini o.s.fr. Hon tekur sær til rýmingar uttan at hyggja aftur!
- Lagið varð sera væl móttikið herheima, og eg hugsaði, at danir nokk eisini kundu kenna okkurt ella onkran aftur í tekstinum, so eg týddi lagið og sang tað inn.
Spurd um hvat er á skránni í næstum, sigur Herborg soleiðis:
- Umframt framførslurnar í Sorø 25. februar, og í Løkken Kulturhus 14. september, so skal eg eisini framføra til ymiskar veitslur, aðalfundir, stevnir og til nýggja festivalin, Okkara Land.
- Eg plagi eisini at geva 4-6 løg út um árið, so eg vænti, at tað verður nakað tað sama í ár. í løtuni leggi eg síðstu hond á mítt triðja danska lag, og so fari eg aftur til tað føroyska.
- Eisini havi eg verið í samband við Calle Sand. Hann er fyrrverandi eigari av plátufelagnum Harlekin, har m.a. Annika Hoydal í 1983 gav út lagið "Spor í sjónum". Hann vildi gjarna hjálpa mær í gongd í Danmark, og hevur millum annað skipað fyri, at eg í mars skal til Aarhus, at upptaka nøkur sjónbond. Hesi skulu vísast á DK4, sum er ein donsk sjónvarpsrás við tónleiki, sigur Herborg Torkilsdóttir at enda.
Lagið, "Jeg er fløjet", sum danir hava tikið so væl ímóti, kann hoyrast her.