Herborg fer á festival í Klaksvík

Herborg Torkilsdóttir spælir á Summar Festivalinum í august

Áki Bertholdsen
8. mai 2023 kl. 23:59

Songkvinnan Herborg Torkilsdóttir spælir konsert á Summar Festivalinum í august. 

Í 2019 gav Herborg Torkilsdóttir fyrsta sangin út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin við innspælingum av sangum og framførslum á konsertum. 

Fleiri av sangunum hjá henni hava verið nógv spældir í útvørpum – til dømis sangir sum »Eg uttan teg«, »Tú spælir við meg«, »Náttin var okay«, »Runt allar Føroyar« og seinast »Syngja í dur«.

Herborg skrivar sjálv sangirnar, og hon dugir væl at seta orð og løg saman, so at tey fanga. Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 3. til 5. august, og tá hevur Herborg Torkilsdóttir framførslu saman við bólki sínum.