Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur saman við Vørn, gjørt eitt yvirlit yvir, hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum. Yvirlitið vísir støðuna, sum hon var 1. oktobur. Harumframt fevnir yvirlitið um, hvussu avreiðingarvirðið varð býtt millum samtøk, feløg ella einstaklingar í 2022.
Yvirlitið fer síðani at verða dagført á hvørjum ári, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í tíðindaskrivi.
Endamálið er at tryggja gjøgnumskygni um, hvør eigur fiskiførini í føroyska fiskiflotanum, og hvussu avreiðingarvirðið er býtt.
Landsstýrismaðurin Við tað, at ein avmarkaður skari av fiskiførum hevur brúksrættindini til okkara felags tilfeingi til láns, hevur tað eisini almennan áhuga, at fólk kunnu fáa yvirlit yvir, hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskiførini í føroyska flotanum
Útgávan “Ognarviðurskifti í fiskivinnuni” takast niður her Ognarlutir Í Fiskivinnuni