Her er nýggi presturin í Hoyvík

Tann fasti presturin er í farloyvi og nú er avloysarin funnin

Myndin er av Facebook
Áki Bertholdsen
20. juni 2023 kl. 12:28

Tað verður Ólavur Eysturdal, sum var verða prestur í Hoyvík ímeðan tann fasti presturin, Theodor Eli Dam Olsen er í farloyvi.

Hann fer í lestrarfarloyvi og tískil hava tey søkt eftir vikari til kirkjusóknirnar í Hoyvík og Kaldbak.

Fólkakirkjan sigur, at á felags kirkjuráðsfundi í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi í gjár, varð Ólavur Eysturdal innstillaður til kallið sum virkandi sóknarprestur.

Ólavur hevur seinastu tíðina regluliga hildi gudstænastur í føroysku fólkakirkjuni. Hansara fyrsta kall sum virkandi sóknarprestur var á Fjóni.

Hann skal vera vikarur í Hoyvík í fýra mánaðir. Hann tekur við í august og fasti presturin kemur aftur í novembur.

Ætlanin er, at Ólavur verður skipaður í embætið sum virkandi sóknarprestur ein av sunnudøgunum undan ólavsøku.