Seinastu árini hava alsamt fleiri tiltøk lagt seg afturat rúgvismiklu skránni í Tórshavnar kommunu, og í ár er einki undantak. Summarið er á tremur við áhugaverdum tiltøkum og forvitnisligum upplivingum fyri bæði vitjandi og borgarum í kommununi. Tað sigur Tordis K. á Rógvi Biskopstø, stjóri á Visit Tórshavn.
Hon greiðir frá, at nógv orka verður løgd í at menna tiltøkini, sum longu eru á skrá, og eisini at leggja nýggjar upplivingar afturat. Tað ræður um at samskipa stóru tiltøkini soleðis at ikki alt fellur í senn, og at tey vitjandi ikki villast í møguleikunum. Tað er nærum einki vikuskifti, sum ikki longu hevur eina spennandi skrá, og tað fegnast hon um.
– Søvn, matstovur, handilsvinnan og onnur gera nógv burturúr fyri bæði at skapa lív í býnum, og góðar upplivingar fyri ferðandi og heimafólk í øllum aldri. Umframt forvitnisligu tiltøkini, verður eisini víðkað um upplatingartíðirnar summarhálvuna, og hetta ger tað lættari fyri tey flestu, at náa eitt sindur av hvørjum her í deiligu Havnini.
Tordis mælir øllum barnafamiljum til at vitja nýumvælda Barnabókasavnið í býnum. Starvsfólkini har hava gjørt nógv burturúr og er nú stórt og fjølbroytt úrval til børnini. Har er alt frá klatriveggi til sjónleikapall. Eisini eru javnan tiltøk á Býarbókasavninum, sum t.d. mál-kafé fyri børnum við fremmandum tungumáli, skattaveiða, søguløtur og mangt annað.
– Um veðrið er til vildar er nógv at fara til uttandurða eisini. Ein góður túrur, er at fara niðan í hugnaligu Plantasjuna, skoða hugtakandi standmyndirnar, sum eru har og síðani inn á Listasavnið at vitja Dýpið hjá Tróndur Patursson. Ein slíkur dagur kann eisini enda á einum av vallunum í Gundadali, Svimjihøllini ella á forkunnuga spæliplássinum í Grasagarði, sigur hon.
Havnin hevur nógv at bjóða teimum vaksnu, og okkurt er fyri øll. Matstovurnar og gistingarhúsini eru ófør at skipa fyri tiltøkum við serligum matskráum til høvið. Alskyns tónleikatiltøk eru runt um í býnum, og bæði Tórsgøta og Norðurlandahúsið gera sítt fyri at fylla skránna. Tað skal tí viðmælast at fylgja við á “What’s On”, sum verður dagført við feskastu tiltøkunum í býnum hvørja viku.
Virkna Havnin
Teimum, sum dáma væl at renna, hava eisini nógv at gleða seg til í næstum. Í mai mánað verður Kvinnurenning í Havn, í juni verður Tórshavn Maraton og í august verður Faroe Express Stafettin á Eystaru Bryggju. Hetta er tó ikki einastu rennitiltøkini, tí í juli mánað fara vit aftur saman við Bragdið Top Run at renna úr Kollfjarðardali í mótbrekku niða á Sornfelli.
Tordis K. á Rógvi Biskopstø leggur afturat, at eitt, sum eisini hevur vundið upp á seg, er at leiga súkklu og fara túr í vøkru náttúruni her í kommununi. Ein væl umtóktur túrur, er túrurin á súkklu til Velbastaðar at svimja uttandurða ella niðan í gomlu Hoyvíkina at leypa á bláman. Rent a Bike skipar fyri túrum á el-súkklum við ferðaleiðara, og tey fara forvitnisligar túrar, har fólk ikki vanliga ferðast.
Fríggjakvøldið 7. juni verður Mentanarnátt í Havn. Tá lata stovnar og virki dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út og handlarnir hava leingi opið. Livandi tónleikurin sermerkir eisini Mentanarnáttina bæði innan- og uttandura. Mest sum allastaðni í býnum er tónleikur at hoyra. Stjórin á Visit Tórshavn sigur, at har eru tiltøk í Havn alt árið, og eitt gott boð er at leita sær inn á heimasíðuna Tímin (timin.fo) fyri at síggja eitt altíð dagført yvirlit við tiltøkum í Tórshavnar kommunu.