Í nátt var løgreglan Í Leirvík og gjørdi ferðmátingar. Tað var beint eftir midnátt, so ferðslan var ikki tann nógva. Men tað er ikki av tilvild, at løgreglan var akkurát her. Ferðmátingarnar vórði nevniliga gjørdar á Høvdavegi, sum er vegurin ímillum Leirvík og tunnilsmunnan á Norðoyatunlinum - og har koyra bilar ofta ov skjótt.
Tá ið bilar koma úr Norðoyatunlinum kunnu teir koyra 80. Men nakað áðrenn teir koma oman í bygdina, verður hámarksferðin sett niður til 60 kilometrar um tíman.
Men tað eru tað nógvir bilførarar sum gloyma og tí er løgreglan javnan har við ferðmátaranum.
Aftur í nátt vóru tað tríggir bilførarar, sum ikki settu ferðina niður tá ið teir komu inn á 60 kilometrar strekkið - og og teir koyrdu so mikið skjótt, at teir fingu allir klipp í koyrikortið, umframt bótina. bótin liggur um 1.500 - 2.000 krónur.
Teir vórðu allir skrásettir fyri at koyra næstan 80 kilometrar um tíman - men á vegastrekkjum, har ferðin er avmarkað meiri enn vanligt er, skal nógv minni til at fáa klipp í koyrikortið, ella at missa tað, enn á vegastrekkjum, har ferðmarkið er tað vanliga.
Tann, sum koyrir 16 kilometrar meiri enn loyvt her á vegastrekkjum, har ferðin er avmarkað meiri enn tað vanliga, fær klipp og tann, sum koyrir 21 meiri enn vanligt, má taka koyrikortið um aftur.